2. deild
Í fjør spældi B71 upp- og niðurflytingardyst ímóti EB/Streymi, eftir at sandoyingar endaðu á øðrum plássi í 2. deild. Í ár stríðist liðið hinvegin í skeiva endanum av stigatalvuni, og eftir tapið leygardagin liggur B71 sera tungt í botninum í 2. deild.
Tað var annars útiliðið, sum legði seg framum, tá Páll á Reynatúgvu skoraði fyri B71. B36 misti bóltin á hálvuni hjá B71, sum setti eitt skjótálop í verk. B71 hevði nú yvirtal, og endin var, at Páll á Reynatúgvu gjørdist leysur við málverjanum, eftir at hann dróg framvið einum verjuleikara, og landsstýrismaðurin skoraði trygt. Hetta var beint fyri steðgin.
Fyrri hálvleikur var annars javnur, har B71 tó hevði havt fleiri opnar málmøguleikar.
B36 tók yvir
Eftir steðgin var tað tó B36, sum stýrdi dystinum, og heimaliðið legði stórt trýst á B71 málið. Tíggju minuttir inn í seinna hálvleik eydnaðist tað B36 at javna.
Tórálvur Poulsen royndi seg við skoti, sum Valdemar Novicki í málinum hálvbjargaði. Bólturin datt út til Áka Mørk, sum langaði til frá brotsteigarmarkinum, og so var 1-1.
Hóast B36 hevði yvirvág, gekk tað ikki so væl at spæla seg fram til opnar málmøguleikar, og leingi sá út til, at dysturin fór at enda við javnleiki.
Men tá tólv minuttir vóru eftir at spæla, fekk B36 aftur mál. Hesuferð var tað Jón Brekku, sum áður hevur spælt við B71, ið skoraði. Dánjal Petur Johansen fangaði eitt innlegg úr vinstru við handaru stong og legði eftir jørð innfyri til Jón Brekku, ið stóð leysur í málteiginum, og hann hevði lætt við at skjóta B36 framum.
Bert tveir minuttir seinni var aftur galið í verjuni hjá B71. Dánjal Petur Johansen var fyrstur á einum hornasparki. Hann skoraði til 3-1, og so var dysturin í roynd og veru avgjørdur.
Hetta var ein sera kærkomin sigur hjá B36, sum hevur vunnið báðar dystirnar eftir steðgin, og havnarliðið fór eisini framvið LÍF í stigatalvuni.
Sandoyingar munnu hinvegin kenna seg sera sperdar í botninum, tí at nú eru bert trý stig niður til B68 á aftasta plássinum. B71 hevur eisini mist fólk í steðginum. Símun Hansen er farin til AB, og Mustapha Kamal Ndaw úr Gambia er farin av landinum aftur.
B36-B71 3-1 (0-1)
0-1: Páll á Reynatúgvu
1-1: Áki Mørk
2-1: Jón Brekku
3-1: Dánjal Petur Johansen