Sandoyingar sleppa heim eftir midnáttarsangin

Kommunurnar í Sandoynni hava leigað tvey skip til náttarsigling á ólavsøku

Kommunurnar í Sandoynni hava í felag tikið stig til, at sandoyingar hava møguleikan at sleppa heim eftir midnáttarsangin á ólavsøku, sum verður ólavsøkudag. Tá er Strandferðslan annars givin at sigla.

Kommunurnar hava leigað Sildberan og Spógvan, sum sigla av Gomlurætt kl. 03:00.

Skipini taka tilsamans 75 fólk, og verður tørvurin størri, verður eykatúrur gjørdur.

Áheitanir eru komnar frá sandoyingum, sum hava ynskt hendan møguleika, og kommunurnar halda, at hetta kann metast sum ein fyrireiking til at fáa fasta sambandið um nøkur ár.