Upptakt
- Vit ætla okkum at vera varnir. Sjálvandi hava vit heimavøll, men vit eru fullgreiðir um, at teir spæla eina deild omanfyri okkum, og talan er jú um eina uppgerð yvir tveir dystir.
Soleiðis eru boðinin av Sandi, har vit hava Eli Hentze í horninum.
Hann ásannar, at talan verður um sera trupla uppgávu, tá teir mikukvøldið fara at dystast við GÍ um eitt pláss í ólavsøkufinaluni. Trupul men ikki óloysulig.
- Sjálvandi vilja vit spæla fyri okkara møguleika. Vit eru altso bara tveir dystir frá løgmansfinaluni, so vit vilja sjálvandi gera alt tað, sum stendur í okkara makt, sigur Eli.
Hann sigur annars, at sandoyingar hava mest sum alt fólkið tókt. Einasta ivamálið er Sverrir Kjærbo, sum heldur ikki var við móti B68 seinasta hóskvøld. Hann hevur ein skaða í lærinum, og tað verður helst ikki avgjørt fyrr enn beint undan dystarbyrjan, hvørt hann verður við.
Í Gøtu ásanna tey kanska, at teir eru favorittar, men samtundis verður dentur lagdur á, at uppgávan ikki skal undirmetast.
- Nú hevur gingið væl seinastu tíðina, og tað ætla vit okkum sjálvandi at halda fast um. Men fert tú fyrst inn at undirmeta mótstøðuna, so verður tað av álvara vandamikið, heldur Pauli Jarnskor, hjálparvenjari hjá GÍ.
Hann sigur annars, at teir hava allar mans tøkar. Súni Olsen var leikbannaður seinast, men hann verður so aftur við hesaferð. Einasta ivamálið er Símun Louis Jacobsen, sum hevur ein smávegis skaða.










