Sandoyingar samstarva um eldraøkið

Allar kommunur í Sandoy hava nú skrivað undir avtalu um samstarv á eldraøkinum

Eisini sandoyingar hava nú gjørt av at samstarva um eldraøkið, nú tað verður lagt undir kommunurnar at verða umsitið á nýggjárinum.

 

Gerhard Lognberg, borgarstjóri í Skopun, sigur, at tað var í gjárkvøldið, at allar kommunurnar í Sandoy skrivaðu undir samstarvsavtaluna. 

 

- Hetta  er uttan iva størsta og mest umfatandi samstarv, kommunurnar í Sandoy hava verið saman um, sigur hann.

 

Hann sigur í avtaluni eru øll eldrabýlini í oynni, løgd í eina pulju, Talan er um Røktarheimið á Sandi og sambýlið í Skopun og í Skálavík.,

 

Tó hava kommunurnar tryggjað sær, at einki av eldrabýlunum kann niðurleggjast fyrrenn allar kommunurnar hava samtykt tað.

 

Sostatt fáa allar kommunurnar vetorætt í spurninginum um at niðurleggja eitt av eldrabýlunum,

 

Gerhard Lognberg sigur, at avtalan verður send Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í almannmálum, til góðkenningar.