Sandoyingar sørir í stigum

Eftir trilvandi byrjanina í bólkaumfarinum og nógvar skaðar og sjúku kendi Kári Reynheim seg noyddan at seta seg sjálvan á liðið í trimum dystum


 

Løgmanssteyp


Higartil hevur tað ikki hilnast væl hjá B71. Sandoyingar eru framvegis sørir í stigum. Teir hava ein dyst eftir í bólkaspælinum ? á Toftum komandi hóskvøld ? og tað eru teir ivaleyst væl nøgdir við. Ikki tí teir hava nakran møguleika í steypakappingini, men tí tveir av spælarunum hjá teimum harvið fáa møguleikan at sita leikbann av sær. Og tað hevur stóran týdning, áðrenn tað verður farið undir landskappingina.

ÍF vann 2. páskadag 4?2 á heimavølli ímóti B71. Heini Heinason og Eyðolvur R. Petersen løgdu fyrrapartin av fyrra umfarinum heimaliðið framum 2?0, men so svaraði B71 aftur. Símun Hansen minkaði um munin, og tveir minuttir eftir steðgin javnaði Bárður Bærentsen. Sandoyingar hildu seg hava fingið fatur á rætta endanum, men so heilkiksaði hjá teimum. Hans Jørgen Djurhuus fekk seinna gula kortið, og í minuttinum aftaná ? í tí 54. ? skoraði Eyðolvur R. Petersen.

Í 65. minuttir økti Heini Heinason til 4?2, og tólv minuttir fyri leiklok fekk Jón Brekku beinleiðis reytt kort. Sandoyingar hildu talan var um harðan dóm.


Kári ímóti Jóannesi

Kári Reynheim og Jóannes Jakobsen hava spælt nógv saman: á landsliðnum, í HB og eisini í norskum fótbólti.

Bæði teir sjálvir og onnur munnu halda, at teirra besti fótbóltsaldur er langt síðani farin. Á Sandi hava fleiri spælarar verið skaddir, og influensan hevur gjørt nógv um seg. Skírisdag, tá KÍ vann 2?1 á Sandi, kendi Kári Reynheim seg noyddan at seta seg sjálvan á vøllin síðstu løtuna.

KÍ vann 2?1, eftir at fyrstu 80 minuttirnir vóru málleysir. Ove Nysted skoraði bæði KÍ málini, og Bárður Bærentsen skoraði fyrstu ferð fyri B71, sum hevði slept fløtu verjuni og spældi við dýpd og nógvum fólki aftanftyri bóltin.

Tá B68 var á Sandi páskaaftan var Kári Reynheim við allar 90 minuttirnar, og hann dugdi framvegis at krúlla og fótbóltsskilinum bilti einki. Síðstu løtuna skifti Jóannes Jakobsen seg inn í B68 verjuna fyri Hans Fróða Hansen, sum var smáskaddur, og so hugdu tær báðar Landskrona kempurnar upp á hvønn annan eina lítla løtu.

Sandoyingarnir høvdu nógv fólk aftanfyri bóltin, og málmøguleikarnir vóru tískil ikki so nógvir. Tíggju minuttir vóru farnir, tá Fróði Benjaminsen ? eftir sending frá Marlon Jorge ? við góðum skoti úr høgru skoraði, og tað restaðu trettan minuttir, tá Mortan Hansen við stútara eftir innlegg úr vinstru enn eina ferð vísti, at hann verður góður fongur hjá toftamonnum.