Sandoyingar og Suðuroyingar, nú nærkast Suðurleiðin

Mads A Hansen
240 Skopun

Nú blívur tað alt meira og meira veruligt, at vit fáa undursjóvartunnulin til Sandoynna, og harvið møguleikarnir við at økja títtleikan av Sandi til Suðuroynna við Smyrli. Uppskotið hjá Arnfinni Kallsberg er kærkomið. Um uppskotið vinnur frama, kemur nevniligani kostnaðurin og harvið kappingarførið hjá Sandoynni og Suðuroynni o. ø. at verða meira rættvíst. Sum er nú, skulu vit sumreisa til meginøkið at arbeiða upp til fleiri tímar dagliga fyri ferðing + at tað ofta er neiðugt við kost og logi omaná, so tað er ógvuliga tungt hjá virkjum, handverkarum o. ø. at kappast, tá arbeiðir verða útboðin á meginøkinum.
Annars verður ógvuliga spennandi at frætta, hvat seismikkurin staðfestur. Um tað eydnast at leggja tunnulin, sum ætlað, verður tunnulin umleið 9 km, og vegagerðin verður minimal.