Nógvar gleðistøður hevur ein verið vitni til í samband við fótbólt, men gleðin hjá klaksvíkingum við at leggja seg á odda 1-0 úti í Vika á Argjum, aftaná 58 minuttirs spæl var heilt serlig. Áðrenn Bárður Heinesen stútaði KÍ framum, høvdu bæði Jógvan Isaksen og Kristoffur Jacobsen rakt træverkið við góðum skotroyndum. KÍ hevði tá spælt trý korter í yvirtalsstøðu. Hjalgrím hevði brent eitt brotsspark, og óeydnan hekk tung yvir bláklæddu uppflytarunum úr Klaksvík. Men aftaná 1-0 málið hjá KÍ bar alt til, og neyvan hevur nakað skottelt á Norðoyastevnu verið so nógv testað, sum neyðars føðingardagsbarnið í B71-málinum, Símun Rógvi Hansen, sum fylti 24 ár ígjár. Við Hjalgrími Elttør, Jógvani Isaksen og Kristoffuri Jacobsen hevur KÍ eina veruliga skothóttan, sum óivað fer at geva fleiri málverjum høvuðbrýggj í vodafonedeildini hetta kappingarárið.
Óhepni íslendingurin
B71 hevði longu eitt veruligt handikapp, tá dysturin var byrjaður, og tað var, at teir vóru noyddir at spæla heimadystin á uttanveltaðum vølli. Til næsta heimadystin skuldi vøllurin í Traðardali tó verið liðugur, og tá kemur veruligi heimavallarfyrimunurin aftur. Men tá dysturin byrjaði var einki sum bendi á, at sandoyingar fóru at fáa eina skortfleingju. Sandoyingar stóðu væl á vøllinum, og vóru væl við, men tá eitt lítið korter var farið koppaði alt hjá B71. Eit innlegg frá Kristoffuri Jakobsen endar við, at Bárður J. Heinesen gerst leysur í brotsteiginum. Bárður fær ikki skot á – bólturin endar hjá Hjalgrím Elttør, sum fær eitt betri skot á bóltin, men á mállinjuni bjargar íslendski verjuspælarin, Annel Helgi Finnbogason við arminum. Ransin Djurhuus varð eirindaleystur. Hann dømdi brotsspark, og vísti íslendingin av vøllinum. Aftaná hesa hendingina gjørdist talan um eina veruliga mótbrekku hjá B71. Tá Bojan Zivic so varð vístur av vølli, aftaná eina hevnissøku, tá bert sjey minuttir vóru farnir, bar ikki til hjá sandoyingum at standa ímóti bláu flóðalduni av álopum, sum streymaðu ímóti málinum hjá Símuni Rógva Hansen, sum fyllir 25 ár ein týsdag næsta ár, og tí væntandi sleppur undan einari so keðiligari føðingardagsgávu næsta ár.
Ovurfegin málverji
Gunnar á Steig, málverji hjá KÍ varð ovurfegin um sigurin: - Vit blivu við at skapa málmøguleikar, so tað var bara ein spurningur um tíð, áðrenn hol kom á. Venjarin var væl nøgdur aftaná fyrra hálvleik, hann bað okkum at halda fram við trýstinum, so skuldu málini nokk koma, segði ein fegin Gunnar á Steig aftaná dystin. Um støðina sum førdi til, at hann var vístur av vølli, segði Annel Helgi Finnbogason hjá B71: - Hatta var rættiliga býtt. Eg standi stillur, og bólturin var skotin upp í armin á mær, segði ein týðiliga vónbrotin Annel Helgi Finnbogason, sum ætlar at koma sterkt aftur, tá hann aftur fær møguleikan í verjuni hjá B71 aftur.