Í kvøld hevur borgarafundur verið í Skopun um Sandoyartunnilin. Nú fara tey at savna inn undirskriftir við kravi um, at tunnilin verður gjørdur beinanvegin og teir ætla at møta upp í Tinganesi við undirskriftunum Sandoyingar savna nú allar góðar kreftir í oynni fyri at fáa undirtøku fyri kravinum um at undirsjóvartunnilin til Sandoyar skal beinanvegin, soleiðis sum Løgtingið hevur samtykt.
Í kvøld kallaðu sandoyingar saman til borgarafund í Skopun og hóast kallað varð saman við ógvuliga stuttum skotbrái, møttu eini 200 fólk úr allari oynni á fundi.
Fundarfólk fortelja Portalinum, at tað var ein lívligur fundur, men at tað eisini var týðiligt, at fólk eru ógvuliga vónbrotin av tí, sum nú er komið fram um, at tunnilin skal útsetast til í 2012 ella 2013.
Men tað er eisini greitt, at sandoyingar ætla ikki at liggja á løtu síðini og hesar næstu dagarnar er ætlanin at savna tær síðstu kreftirnar fyri at fáa undirtøku fyri kravinum um at tunnilin skal gerast nú.
Í hesum sambandi er ætlanin at fara hús úr húsi næstu dagarnar og at savna inn undirskriftir við kravi um at tunnilin skal gerast nú og síðani er ætlanin at møta upp úti í Tinganesi og handa landsstýrinum undirskriftirnar.