B71?EB/Streymur 1?0 (0?0)
Fótbóltur
Hóast talan var um fyrsta leikumfarið, og øll liðini harvið stóðu á støðutalvuni við ongum stigi, so kendist tað á Sandi, sum um talan var um botnstríð. Bæði heimaliðið og gestirnir úr EB/Streymi vóru meiri upptiknir av ikki at tapa, enn at leggja dent á at vinna.
At so stórur týdningur varð lagdur í ikki at tapa, hevði við sær, at tað var ikki sært nervakent, og tað sást aftur á spælinum. Uppløgdu málmøguleikarnir kundu teljast á aðrari hondini, og í 1. hálvleiki var eingin upplagdur møguleiki.
Miðskeiðis í 2. hálvleiki skoraði Jógvan Jón Petersen einasta málið. Tað kann eina ferð í heyst fara at vísa seg, at hetta málið ? um enn ikki gull vert ? so fer at hava alstóran týdning, tá kappingarárið verður talt saman og støðan gjørd upp. Málið kom eftir frísparksinnlegg úr høgru. Jógvan Jón rann fram um verjumannin og við ytru síðuni av fótinum lyfti hann bóltin inn um Gunnar á Steig, sum tvær ferðir um vikuna ferðast úr Klaksvík og norður til Eiðis at venja.
EB/Streymur royndi at leggja stórt trýst á síðstu løtuna, og tað var um reppið, at teir javnaðu. Jákup Martin Joensen, sum hevði týdningarmiklan leiklut á miðvøllinum, sendi eftir horna dygst skeivu megin stólpan, og Sorin Anghel, sum á miðvøllinum í vinstru arbeiddi nógv og var dugnaligur við bóltinum, hevði eisini eina góða skotroynd.
? Eg eri væl nøgdur við avrikið hjá okkara monnum. Teir sýndu rætta hugburðin. Vit dumpaðu avgjørt ikki, men eg haldi, at tað var spell, at vit ikki javnaðu. Spælararnir høvdu havt uppiborið at javna, heldur Bergur Magnussen, sum er venjari hjá ungu monnunum í EB/Streymi, sum ikki hava royndir av at spæla í bestu deildini.
Bergur Magnussen og Kári Reynheim hava áður spælt nógv saman, m. a. á oyggjaleikalandsliðnum í 1989. Sunnudagin vóru teir venjarar hjá hvør sínum liði. Kári Reynheim setti seg sjálvan á liði. Hann var inntil eina lítla løtu inn í 2. hálvleik miðframherji hjá B71. Tá vit spurdu venjarin hjá EB/Streymi, um hann ikki hevði hugsað um at seta seg sjálvan á liðið hjá EB/Streymi, svaraði hann soleiðis:
? Mín tíð sum fótbóltsspælari er farin. Vit hava nógvar hugagóðar, raskar og eisini evnaríkar spælarar. Teir hava ikki royndir av at spæla í 1. deild. Tær royndirnar fáa teir við at spæla.
Hvat heldur tú um avrikið hjá Kára?
? Hann hevur altíð verið ein góður spælari. Nú tekur hann sær ivaleyst av venjingini, so umstøðurnar at gera so nógv við venjingina eru neyvan tær somu hjá honum nú, sum tær onkuntíð hava verið. Men tað sást, at hann framvegis megnar at halda upp á bóltin og at sleppa honum í rættari tíð.
Fleiri broytingar
B71 liðið stóð seg ikki serliga væl í steypakappingini. Tá vóru nógvir spælarar skaddir og sjúkir. Nú eru teir komnir fyri seg, og liðið var øðrvísi sett saman, enn tað hevur verið higartil í ár. Merkisvert var tað, at einasti fremmandi maðurin úti á vøllinum, Julian Floresco, var á beinkinum og ikki kom á vøllin fyrrenn í 2. hálvleiki. Kári Reynheim metti Hans Meinhard Midjord vera betri fyri enn rumenska spælaran.
Bæði liðini vildu hava dómaran, Suna Johansen, at bríksla fyri brotssparki, men tað var dómarin ikki samdur við teimum í.
EB/Streymur, ið hevði Knút Vesturtún sum eyka miðverja ella sera verjukendan sentralan miðvallara, legði bragdliga fyri. Teir tiltuskaðu sær fleiri hornaspørk, men tað spurdist ikki meiri burturúr enn eitt sindur av ruðuleika í B71 brotsteiginum.
Hjá B71 var Eli Hentze hesa ferð á sentrala miðvøllinum saman við Jógvan Jón Petersen, sum annars hevur spælt nógv í miðverjuni. Tað vísti seg at vera klókt. Jógvan Jón skoraði málið, sum fer at hava stóran týdning fyri B71.
B71-EB/Streymur1-0 (0-0)
1-0: Jógvan Jón Petersen 70
Dómari: Suni Johansen (SÍF)
B71: Valdemar Nowisci ? Bjørn Thorsteinsson, Bernhard Petersen, Bergleif Sólsker ? Svenning W. Hansen, Eli Hentze, Jógvan Jón Petersen, Hans Meinhard Midjord ? Bárður Bærentsen, Kári Reynheim, Hans Jørgen Djurhuus
EB/Streymur: Gunnar á Steig ? Alfred Jacobsen, Ólavur Poulsen, Christian Carlsson ? Halldór Joensen, Knút Vesturtún, Jákup Martin Joensen, Alfred Dahl, Sorin Anghel ? Hallur Jacobsen, Jón Sigurd Gleðisheygg