Emil L. Jacobsen
Bert ein landskappingardystur í 1. deild bleiv spældur seinasta vikuskifti. Tað var á Sandi, har uppflytararnir úr B71 vunnu stórsigur 6-0 á ÍF.
Støðan var leingi 1-0, men so skrædnaði hjá teimum 10 fuglfirðingum, og úrslitið varð størsti sigur í 1. deild higartil í ár.
Tað er tí heldur einki at siga til, um sandoyingar eru fullir av sjálvsáliti, tá teir í morgin koma á Svangaskarð at bjóða B68 av. Tað hevur verið at frætt, at dysturin skal spælast á grasvøllinum, men hetta hava vit so ikki fingið váttað.
B71-venjarin Ivan Hristov hevur havt langan skaðalista í ár, men móti ÍF vóru allir burtursæð frá Torbirni Jensen tøkir fyri fyrstu ferð í ár. Torbjørn bleiv skaddur móti Sumba fyri einum góðum mánaði síðani og verður neyvan klárur til í morgin. Allir hinir eru til dystin fús. Veteranurin Páll á Reynatúgvu hevur spælt aftasti maður í seinastu dystunum, og tað hevur riggað væl. Spennandi verður at síggja, um hann og hinir í verjuni kunnu steðga Marcelo, sum hevur skotið fimm mál seinastu tveir dystirnar.
B68 skuldi havt alt fólkið tøkt, og fyri brasiliumannin Lucio vóru góð tíðindi at frætta herfyri. Síðani fyrsta landskappingardystin hjá B68 í Klaksvík hevur hann ikki spælt. Hann varð herfyri sendur niður á ríkissjúkrahúsið fyri knæskaðan, sum í ringasta føri hótti við at forða honum í nakrantíð at kunna spæla aftur.
Men serfrøðingarnir í Keypmannahavn staðfestu, at knæið kundi venjast uppaftur, og um væl liggur fyri, verður fjórði suðuramerikanarin hjá toftamonnum aftur klárur eftir summarsteðgin.
Marcelo ikki tann fyrsti
Annars skrivaðu vit herfyri, at hat-trickið, sum ein annar brasiliumaður, Marcelo, gjørdi í Fuglafirði, tá B68 vann 4-2, allarhelst var tað fyrsta, ein útlendskur spælari hevur gjørt í føroysku 1. deild. Men nú hevur ein lesari gjørt vart við, at bretski áleyparin Peter Frain, sum spældi við NSÍ í 1987, tá runavíkingar endaðu á fjórða plássi, skeyt øll trý málini, tá NSÍ vann 3-0 á júst B68 í Runavík.
Um hann so var tann fyrsti, tora vit ikki at siga, men um aðrir lesarar vita um aðrar útlendingar, sum hava skotið hat-trick í føroysku 1. deild, hava vit einki ímóti at frætta tað.