Alt tað, sum ber til at ganga ímóti, er ímóti hjá B71, sum stríðist í Gundadali ímóti HB, sum er frammanfyri 3-0 og hevur fult og heilt tamarhald á støðuni.
Tíggju minuttir undan steðginum misti B71 Símun Hansen, sum sá gula kortið fyri aðru ferð og harvið sá reytt.
Í síðsta álopinum undan steðginum sendi Flavio Santana í stólpan aftanfyri Marcin Dawid í HB málinum, og miðskeiðis í 1. hálvleiki sendi Símun Hansen fríspark á samankomingina.
Stutt undan steðginum noyddist B71 at skifta út, tí Rasmus Nielsen í samanbresti var so mikið illa skaddur, at tað ikki bar honum til at halda fram.