Sandoyingar hava nýggjan mann við til Klaksvíkar

1. DEILD: Skála legði bragdliga fyri, tá niðurflytararnir vunnu stórsigur í Sørvági

Nú klokkan hálvgum tólv verður fyrsta bríksl í næstbestu fótbóltsdeildini í dag. Tað var í Klaksvík, har KÍ hevur vitjan av B71. Sandoyingar hava í vikuni fingið nýggjan spælara. Tað er Leonard Londe Jr. Talan er um 22 ára gamlan amerikanskan álopsspælara.

 

Fyrsti dysturin í 1. deild í ár var í gjárkvøldið, tá ið næstbesta liðið hjá 07 Vestur hevði vitjan av Skála, sum síðsta heyst flutti niður úr bestu deildini.

 

Skála vann 4-0 eftir hálvleiksstøðuna 2-0. Marius Isaksen, sum í fjør snoddaði til besta liðið, var tvífaldur málskjútti.

 

KÍ – B71 kl. 11.30

 

EB/Streymur – NSÍ: kl. 13.00

 

ÍF – Víkingur: kl. 13.00

 

AB – B36 kl. 15.00

 

Í gjár

 

07 Vestur – Skála 0-4 (0-2)

 

0-1: Dávid Johansen 21.

 

0-2: Markus Isaksen 35.

 

0-3: Markus Isaksen 47.

 

0-4: Teitur Poulsen 51.