Sandoyingar halda vónini

EB/Streymur megnaði ikki at taka spenningin úr hálvfinaluni eftir fyrra dystin. Við útjavnandi málinum syrgdi Tummas Pauli Olsen fyri, at spenningurin enn er høgur

Fótbóltur

 

EB/Streymur var favorittur. Tað var tað eingin ivi um, tá ein av FM-kandidatunum vitjaði hjá B71, sum av mongum verður mett sum niðurflytingarkandidatur. At B71 eisini vantaði Rasmus Nielsen og Símin Hansen gjørdi ikki støðuna betri hjá vertunum, sum tó sjálvandi høvdu 11 mans við sær á vøllin, kortini.

Og teir royndu eisini at leggja eitt ávíst trýst á EB/Streym frá fyrsta bríksli. Hetta var um at geva úrslit, tá Clayton Soares langaði fríspark á stólpan, men ta ferðina sluppu gestirnir við skrekkinum.

Útgangsstøðið hjá EB/Streymi var hampuliga verjukent, har teir fyrst og fremst ansaðu eftir, at mál ikki varð skotið ímóti teimum. Og við kviku framherjunum, sum liðið eigur, varð síðani roynt at seta ígongd snarálop niðan eftir vøllinum.

Tað var tó ein deyðbóltur, sum legði gestirnar framum. Marcell vann sær fríspark í høgru, og tá bólturin varð sendur aftur um allan trunkan framman fyri máli, kundi Mikkjal Thomassen við handara stólpa beina bóltin í netið.

 

Tummas Pauli bjargaði

Og so helt dysturin annars fram í sama lag. Við B71 sum liðið, ið hevði bóltin meira, men har EB/Streymur í fleiri førum høvdu vandamikil kontra.

B71 hevði eisini sínar møguleikar, men ofta varð ikki avsluttað nóg neyvt, og onkra ferðina mátti René Tórgarð prógva, hví hann verður roknaður millum bestu málverjar í landinum. Tepra leiðslan tóktist halda sær, men bara fýra minuttir fyri dystarlok fekk B71 vónina aftur.

Tummas Pauli Olsen hevði verið nær við onkra ferð áður í dystinum, og tað varð hann, ið gjørdist dagsins maður á Sandoynni. Hornaspark varð sent innfyri, og har var Tummas Pauli fyrstur á bóltinum, sum varð sendur í málið.

 

Púrasta opið

Við 1-1 og útivøllarmáli er tað helst EB/Streymur, sum hevur fyrimunin undan seinnu hálvfinaluni. Tann dysturin verður á við Margáir á Streymnesi tann 12. mai, men heilt uttan møguleika eru sandoyingarnir so langt ífrá.

Gamaní skulu teir fram á vøllin at skora eitt mál, men megna teir at halda so hampuliga tætt í verjuni, so eru 90 minuttir rímiliga long tíð, og tí er tað mesta púrasta opið, tá spurningurin skal svarast, hvat av liðunum skal til Havnar at spæla finalu tann 15. juni.

 

B71-EB/Streymur 1-1 (0-1)

0-1: Mikkjal Thomassen, 20.

1-1: Tummas Pauli Olsen, 85.