Sandoyingar gjørdu bart í Runavík

1.DEILD: Jónas Warner var tvífaldur málskjútti, tá ið B71 í kvøld vann 3-1 á útivølli ímóti NSÍ

Leygarkvøldið vann NSÍ 2-1 á heimavølli ímóti Skála. Hetta var fyrsta ferðin yvirhøvur í ár, at Skála ikki vann fulla úrtøku.

 

Í kvøld átti NSÍ aftur heimavøll. B71 var gestur við Løkina. Undan dystinum var B71 á fimta plássi við 12 stigum, og NSÍ var á øðrum plássi við 17 stigum.

 

Tí var einki undarligt í tí, at NSÍ varð roknað at vera favorittur.

 

Men tað vóru sandoyingar og B71, sum fóru úr Runavík við øllum stigunum. B71 vann 3-1, og nú hevur B71 15 stig ella tvey færri enn NSÍ, sum hevur spælt 10 dystir, meðan B71 hevur spælt 9 dystir.

 

Hagtølini siga, at NSÍ vann 14 hornaspørk, og at B71 vann fimm hornaspørk.

 

Miðskeiðis í fyrra hálvleiki legði Jónas Warner gestirnar á odda 1-0 við fínum langskoti.

 

Sjey minuttir undan steðginum javnaði Aron Knudsen eftir upplegg frá Bergi Johannesen.

 

Jónas Warner var aftur upp á spæl, tá ið ein stórur tími var farin, og aftur var tað við langskoti, tá ið hann legði B71 á odda 2-1.

 

Aron Clementsen átti uppleggið, tá ið Joel Varques eitt korter undan leikloki staðfesti 3-1 B71 sigurin.

 

Leygardagin skal NSÍ spæla á útivølli ímóti EB/Streymi, og B71 skal spæla á útivølli ímóti AB.