Sandoyingar fyri lemjandi tapi

1.DEILD: Størsta sigurin higartil í ár vann KÍ á heimavølli ídag

Tað gekk heilt øðrvísi hjá B71 ídag, enn tað hevur gjørt í trimum teimum fyrstu umførunum.

Sandoyingar høvdu undan vitjanini í Klaksvík spælt javnt á heimavølli ímóti Skála, vunnið á útivølli ímóti EB/Streymi, og fyri viku síðani taptu teir 3-2 á heimavølli ímóti HB.

Í dag gekk tað av skriðuni hjá B71. Eftir fyrra hálvleik var KÍ frammanfyri 4-0, og tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð, vísti dómaraseðilin 9-1 til KÍ.

Í fyrra hálvleiki skoraði Aksel B. Danielsen hattrikk, og í seinna hálvleiki skoraði Bárður Johnson Heinesen trý tey síðstu málini. Hini KÍ málini skoraðu Jóhan Waag Høgnesen og Hjalgrím Elttør og eitt mál var sjálvmál.

Hjá B71 minkaði Tijani Mohammed um munin til 6-1, tá ið tað restaðu tjúgu minuttir.

Stórsigurin í dag ber við sær, at KÍ nú er topplið. Víkingur og KÍ hava 10 stig. Málmunurin hjá Víkingi er +9, og hjá KÍ er hann nú +12.

B71 hevur fýra stig og er á sjeynda plássi.

Í fimta umfari skal KÍ spæla á heimavølli ímóti NSÍ, og B71 skal spæla á heimavølli ímóti Víkingi.