Sandoyingar fingu - suðuroyingar fáa einki

Teistin fer nú at sigla tveir túrar afturat, men siglingin hjá Smyrli verður tann sama

- Tað er løgið, at samgongan vil játta pening, so at Teistin kann sigla tveir túrar afturat ímillum Gomlurætt og Skopun, men tey vilja ikki játta pening til at Smyril kann sigla ein túr afturat ímillum Suðuroy og Havnina.

 

Tað staðfesta tinglimir úr Suðuroy. Beint áðrenn løgtingið fór í summarfrí mikukvøldið, broytti samgonan játtanina til Strandferðsluna soleiðis, at Teistin kann sigla tveir túrar afturat.

 

Samstundis høvdu tinglimir úr andstøðuni skotið upp, at peningur eisini verður játtaður so at Smyril kann sigla ein túr afturat. Men tað feldi samgongan.

 

Teistin siglur 122 ferðir um vikuna ímillum Gomlurætt og Skopun, men sandoyingar hava verið ónøgdir við, at tað er ov langt ímillum tveir túrar leygarmorgun og sunnumorgun. Hetta darvar serliga ítróttarfólki úr Sandoy, siga tey.

 

Og tað endaði við, at nú er borið so í bandi, at Teistin kann sigla ein túr afturat leygardag og ein afturat sunnudag. Tinglimir halda, at tað er løgin mannagongd at gera mismun á fólki, tí Smyril siglur bara 16 ferðir ímillum, men fekk ongan túr afturat.

 

Strandferðslan hevur verið undir trýstið, tí nýggjar hvílureglur hjá manningini hava ført við sær, at ferðaætlanin mátti skerjast.

 

Tí varð neyðugt við eykajáttan til at seta nakrar mans afturat umborð. Samstundis er greitt, at oljan hevur verið bíligari, enn væntað.

 

Tí hevur samgongan broytt játtanina til Strandferðsluna. Men tað varð broytt soleiðis, at hon minkaði nakað, men hon varð eisini broytt so, at Teistin kann sigla tveir túrar afturat um vikuskiftini.

 

Tinglimir úr Suðuroy fegnast um, at  Smyril og Teisttin fáa eykajáttan til at seta eykamanning. Men teir halda lítið um, at Strandferðslan ikki fær nóg mikið til at Smyril kann sigla ein túr afturat.

 

Kristin Michelsen staðfestir, at fekk Smyril ikki eykajáttan, varð siglingin skerd upp aftur meiri. Men hann staðfestir samstundis, at ongin vilji er til at økja túratalið.

 

Sirið Stenberg er komin til ta niðurstøðu, at ferðasambandið til Suðuroy eigur ongan góðan og hon heldur, at hetta kann ikki góðtakast longur.

 

Hendrik Old undraðist, tí hann sigur, at onkran einstakan túr førir Smyril líka nógvan farm, sum Teistin førir eina heila viku.

 

Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, hevur áður upplýst, at ein túrur hjá Smyrli, aftur og fram, kostar 1,5 millión krónur, og at tað stendur til løgtingið, hvussu nógvar túrar, hann skal sigla.