Sandoyingar fækkast

Afturgongdin við fólkatalinum á Sandoy heldur fram, 1. mai vóru sandoyingarnir 1373 í tali. Higartil í ár er fólkatalið á Sandoy minkað við 10 fólkum, ella ein minking í % uppá 0,8. Tað er bara Húsavík, har fólkatalið er økt, men økingin er bara 1 fólk. Í Dali og á Skarvanesi er eingin broyting higartil í ár. Størsta afturgongdin er í Skálavík, har er afturgongdin 6 fólk, men eisini á Sandi og í Skopun er afturgongd - við ávikavíst 3 og 2 fólkum. 1. mai búðu 1373 fólk á Sandoy.