Sandoyingar skulu ikki vænta, at teir fáa eitt skip afturat fyri at loysa ferðslutrupulleikan, sum er um Skopunarfjørð tí at Teistin er ov lítil summar túrar.
Tað staðfestir Henrik Old, landsstýrismaður.
Tað gongur strilti hjá Teistanum at halda ferðaætlanina og sandoyingar hava borið upp á mál, ein ein máti at loysa trupulleikan, er at fáa ein skip afturat at siga um Skopunarfjørð um summarið
Men Henrik Old sigur, at tað verður tað ikki talan um.
- Tað er oyðsl at útvega eitt skip, sum Teistan, afturat, tí tað verða bara eini fimm ár afturat, at siglast skal um Skopunarfjørð, tí so er undirsjóvartunnilin komin.
Hann vísir eisini á, at tað er ómetaliga ringt at fáa fatur á skipum at leiga í nakrar mánaðir um árini, tí krøvini til útlát og trygd eru økt so ómetaliga nógv seinastu árini, at tað eru so fá skip, sum lúka treytirnar.
Og harafturat eru so stutt leigumál, øgiliga dýr.
Henrik Old sigur, at sostatt verður ikki talan um at at fáa eitt skip afturat, uttan so, at tað verður eitt minni skip á stødd við Jósup, ið kann sigla onkrar einstakar túrar, eitt nú út í Hest, so at Teistin sleppur frá tí túrinum av og á.
Vit eiga at gera alt, sum gerast kann innanfyri rímiligt mark fyri at Teistin kann halda ferðaætlanina, sigur landsstýrismaðurin.
Hann sigur, at sum skrásetingar vísa, at Teistin brúkar 28 - 32 minuttir um at sigla um Skopunarfjørð, og tað er ferðin, sum skal haldast.
- At koyra á motorin við teirri avleiðing, at oljunýtslan tvífaldast, fyri at spara fimm minuttir, er meiningsleyst.
Ein vanligan túr um Skopunarfjørð brúkar Teistin góðar fýrati litrar av olju, men verður sett á motorarnar, so at hann siglur fimm minuttir skjótari, fer oljunýtslan fyri túrin upp í nakrar og áttati litrar, so tað er ein øgiligur munur.
Les eisini: Vilja hava folk at ferðast øðrvísi við Teistanum
Henrik Old sigur, at tískil verður arbeitt við at broyta aðrar mannagongdir fyri at stytta um tíðina, tað tekur at fáa ferðafólk og bilar í land - og umborð aftur.
Sum vit annars hava lisið her á www.in.fo, verður eisini arbeitt við at seta eina skipan í verk, har tað skal bera til at keypa ferðaseðil á internetinum. Samstundis verður kannað eftir, um tað ber til at seta eina avsláttarskipani gildi, so at tað verður væl bíligari at sigla ávísar túrar, tá ið tað vanliga ikki eru so nógv fólk, og so nógvir bilar, við. Og harafturat verður arbeitt við at broyta onkrar fráferðir fyri at fáa luft í ferðaætlanina, sigur Henrik Old.