Tað stendur einki til hjá oddaliðnum EB/Streymi. Felagsliðið vitjar heima á Sandi, og har er B71 frammanfyri 1-0. Málið skoraði Símin Hansen í 32. minutti eftir fínt upplegg frá Patrick Sunday. Talan var um rimmar skot frá Símini Hansen. Bólturin brast í stólpan, áðrenn hann fór í málið aftanfyri Gunnar á Steig, sum í dag verjir málið hjá EB/Streymi.