Fult umfar er í næstbestu fótbóltsdeildini í dag. Meðan besta deildin fer í sumarfrí hetta vikuskiftið, so eru umframt dystirnar í dag tvey umfør eftir, áðrenn tað verður summarsteðgur. 18. Umfar verður týskvøldið og mikukvøldið, og 19. umfar verður um eina viku.
Í dag eru trý tey fremstu greiðir favorittar á heimavølli. Toppliðið á Skála fær vitjan av teimum næstbestu hjá NSÍ og 07 Vestur eigur heimavøll í Sandavági, har tað verður grannauppgerð ímóti MB.
Eftir at tað eitt skifti ikki sá nakað serligt út hjá B68, er fjarstøðan fram til uppflytingarpláss ikki so stór nú. Í dag eiga toftamenn heimavøll ímóti B71, sum leingi var á fjórða plássi, men sum nú eru nummar fimm.
Teir næstbestu hjá KÍ hava fleiri tær seinastu vikurnar verið á aldukambi, sum hevur borið fjórða plássið við sær. Næstbestu klaksvíkingarnir spæla í dag á útivølli ímóti teimum næstbestu hjá B36, sum eru undir strikuni.
Í Leirvík fáa teir næstbestu hjá Víkingi vitjan av teimum næstbestu hjá AB.
17. umfar í dag
07 Vestur-MB: Bent Tommy Linklett kl. 15.00
B36-KÍ: Johan Petur Michelsen kl. 14.00
Skála-NSÍ: Jan á Líðarenda kl. 15.00
B68-B71: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 15.30
Víkingur-AB: Bjarki Danielsen kl. 15.00
Støðan
Skála 39
07 Vestur 34
B68 30
KÍ 27
B71 26
AB 25
NSÍ 16
Víkingur 13
B36 12
MB 2
Víkingur hevur spælt 15 dystir, 07 Vestur hevur spælt 17 dystir, og hini liðini hava spælt 16 dystir