Í ár verður henda stevnan hildin í Húsavík vikuskiftið 11. til 13. juli. Fyrireikarar vóna, at tað koma nógv fólk til Húsavíkar.
Longu nú er greitt, at klovnar fara at undirhalda børnunum. Fríðbjørg Jensen fer at syngja, umframt Martin Joensen úr Vestmanna og aðrir vísusangarar. Møti og dansur verða eisini.