Sandoyingar bjóða í eplafestival

Eplafestivalurin, ið verður hildin heima á Sandi, verður leygardagin 01. oktober.

 

Nógv fólk møttu, tá festivalurin bleiv hildin í fjør og var sera væl umtóktur. So mikið væl, at hann verður aftur í ár.

 

Tað er ein dagur, ið eins væl kann kallast heystfagnaður sum eplafestivalur, tí tiltøkini bera øll brá av tí, ið hoyrir heystinum til.

 

Tú kann m.a. luttaka í at kasta eplir, vitja flettingakjallarar og eta á heimamatstovum, har maturin er framleiddur við egnum rávørum.

 

Skráin kann síggjast í heilum líki á Facebook síðuni hjá Eplafestivalinum.