Sandoyingar avgreiddu sín setning

1. DEILD: Romulo Cicolin Bosqueiro var einasti málskjútti í Klaksvík

Sandoyingar rigga av í Klaksvík. Í viðførinum suður aftur ígjøgnum tríggjar undirsjóvartunlar hava teir 1-0 sigur ímóti teimum næstbestu hjá KÍ.

 

Einasta málið skoraði B71 í 64. minutti. Málskjútti eftir horna úr vinstru var

Romulo Cicolin Bosqueiro, sum úr stuttari fjarstøðu setti bóltin í málið, eftir at KÍ í fyrstu atløgu hevði bjargað á málstrikuni.

 

Tað vóru ikki so fáir B71 fjepparar úr Klaksvík, og tá ið síðsta bríksl hevði verið, bíðaðu tey eftir, hvussu tað fór at spæla av í Hoyvík. Um tað ikki eydnast TB at vinna á útivølli ímóti FC Hoyvík, so varð B71 nýtt lið í bestu deildini.

 

Nú er tað akkurát staðfest, at TB vann í Hoyvík, og harvið fer B71 eisini í 2025 at spæla í næstbestu deildini.