Sandoyingar aftur á toppinum

AB snávaði enn eina ferð ímóti TB, og við trivaligum heimasigri blandaðu leirvíkingar seg aftur í oddastríðið

1.DEILD

Síðstu vikurnar hevur tað sæð út sum um, at AB var við at draga frá hinum. Mótstøðuliðini hava hvørt eftir annað vikið fyri argjamonnum, sum harvið hava styrkt um vónina um, at høvuðsstaðurin skal fáa triðja umboðið í bestu deildina, sum fólkagrundarlagið eisini leggur upp til, at høvuðsstaðurin skal eiga.
AB er framvegis á uppflytingarplássi, men tapið leygardagin á Sevmýri vísti, at uppflytingin ikki kemur av sær sjálvum, um tað ber til at siga tað soleiðis. Sandoyingar eru aftur á toppinum, og leygardagin hava teir møguleika at staðfesta sessin í Sørvági. AB fær vitjan av HB, FSV04 fær vitjan av TB, leirvíkingar skulu til Hvalbiar, og klaksvíkingar skulu til Vágs.
Sambært skránni skuldu VB/Sumba og Royn fríggjakvøldið havt spælt í Vági. Oyggjauppgerðin var útsett til í hesi vikuni. Sambært VB heimasíðuni var tað Royn, sum heitti á VB/Sumba um at fáa uppgerðina útsetta.

B71-FSV04 2-1
Serliga fyri gestirnar á Sandi var talan um lyklauppgerð. Um tað ikki eydnaðist teimum at fáa stig, so var næstovasta plássið níggju stig burtur, og harvið hevði dreymurin um uppflyting heilt lítið við veruleikan at gera.
Í 1. hálvleiki var spælbýtið hampuliga javnt, men eftir steðgin vóru gestirnir spælstýrandi. Teir evnaðu bara eina ferð at fáa bóltin í málið, og so vunnu sandoyingar, sum vóru dugnaligari frammanfyri málið, 2-1.
FSV04 hevði havt bóltin á stólpanum og eisini í øðrum førum høvdu teir verið tætt við, áðrenn B71 eftir lítlari løtu skoraði tvey mál. Hálvur tími var farin, tá ið Jónsvein Thomsen við innaru síðuni stýrdi bóltinum í málið, eftir at málverjin hevði hálvbjargað stútara hjá Clayton Soares eftir horna, og tveir minuttir seinni var Clayton Soares fyrstur á eftir innlegg úr høgru.
Eftir steðgin misti B71 nógv av stevinum, og tá eydnaðist tað FSV04 at minka um munin. Albert Ari Thomassen, sum hesa ferð var í álopinum saman við Kim Poulsen, var fleiri ferðir vandamikil, og tað var hann, sum minkaði um munin tíðliga í 2. hálvleiki. Eftir innlegg úr høgru smekkaði hann til, og umvegis beinið á mótstøðumanni fór bólturin í málið aftanfyri Símun Rógva Hansen, sum var sera stinnur í B71 málinum.

KÍ-HB 1-0
Við tepra sigrinum á javnaldranum úr høvuðsstaðnum løgdu klaksvíkingar seg upp á síðuna av HB.
Aftur hesa ferð var tað eyðsæð, at Intertoto luttøkan hjá HB fyrst og fremst gekk út yvir manningina á næstbesta liðnum.
Talan var um tætta uppgerð, men heimaliðið var støðugt eitt sindur betri fyri. KÍ var væl mannað. Jan Andreasen og Oddmar á Lakjuni vóru í miðverjuni, og undir liðini á Erlingi Fles í álopinum var Julian Samuelsen, sum eftir stuttan steðg í Fuglafirði nú er aftur í KÍ.
Einasta málið skoraði Julian Samuelsen miðskeiðis í 1. hálvleiki.

TB-AB 3-1
AB var oddalið og favorittur undan ferðini suður á Sevmýri. Í viðførinum suður vóru minnini um TB vitjanina á Argjum í 5. umfari. 22. apríl vann TB 1-0 á útivølli móti AB.
Aftur hesa ferð vann TB á AB. Gestirnir høvdu bóltin nógv, og miðskeiðis í 1. hálvleiki legði Tony Rasmussen teir framum eftir uppspæl í vinstru og innlegg. Tríggjar minuttir seinni svaraði TB aftur. Uppspælið var í vinstru, og Olivur Abrahamsen var leysur, tá ið tað av baklinjuni varð spælt út frá til hansara. Kaj Roest umsetti brotsspark til mál átta minuttir undan hvíldini. TB fekk góða møguleikan, tá ið dómarin hevði dømt hands móti Rana Dal-Christiansen.
Sum 2. hálvleikur leið, slepti AB alt meiri í verjupartinum. Teir fingu einki burturúr trýstinum, sum teir royndu at seta TB undir. Í síðstu løtu gjørdist Kaj Roest púra leysur og so staðfesti hann heimasigurin.

LÍF-SÍ 4-0
LÍF dagur við nógvum virksemi á og kring vøllin var í Leirvík, og vinnararnir fingu steyp. Nýklækti lærarin Bárður á Lakjuni gjørdi eitt ordans hál, tá ið hann skoraði trý mál í trivaliga heimasigrinum.
50 sekund vóru farin, tá ið Bárður fyrstu ferð hevði sett bóltin í SÍ málið. Í fyrsta álopinum legði Andreas Lava Olsen innfyri úr høgru, og Bárður stýrdi við høvdinum bóltinum í málið. Eitt korter seinni økti Adrian Joensen um munin til 2-0. Skotið rakti í verjuspælara og snýtti málverjan. Tríggjar minuttir undan steðginum var Bárður á Lakjuni aftur upp á spæl. Eftir langa framlegging var hann fyrri á bóltinum enn SÍ málverjin, og so sigldi bólturin omanfyri málverjan og í málið.
Eftir steðgin dalaði ferðin. Sørvingar høvdu ikki verið serliga eldhugaðir, og nú tóku teir á heimaliðnum sær av løttum. Tá ið eitt korter var farið, staðfesti Bárður á Lakjuni stórsigurin.