Randi Jacobsen
Illveður fær eingin gjørt nakað við.
- Men vit kunnu ikki liva við, at so fast portrið í Skopun ikki upp, so fer rampan á Teistanum ikki niður, og so er galið við motorunum, sigur Brandur Sandoy, borgarstjóri á Sandoy.
Mikudagin sendi Strandferðslan sendi boð út um, at vegna veður sigldi Teistin seinasta túr av Skopun klokkan 16.30 og av Gomlurætt klokkan 17.
Sluppu ikki um fjørðin
Men so komu boð um, at hesir túrar vóru avlýstir.
- Væl av fólki skuldi úr Skopun klokkan 16.30, men har var eingin bátur, sigur Brandur Sandoy.
Hesi fólk ætlaðu so at fara tíðliga í morgun um Skopunarfjørð, men tá fekk Teistin ikki siglt, tí portrið í Skopun ikki fekst upp.
- Har var ein familja, sum skuldi við flogfarinum í dag, ein maður skuldi av landinum tíðliga í morgun til ein ísfiskatrolara í Noregi, og ein maður skuldi mynstra í Brasilia, sigur Brandur Sandoy.
Hann ringdi tíðliga í morgun til Strandfaraskip Landsins, sum syrgdi fyri, at tyrla kom eftir hesum fólkum.
Strandferðslan syrgdi eisini fyri flutningi vestur á flogvøllin, so familjan slapp avstað.
Ikki til at liva við
Verri var við manninum, sum skuldi til Noregs, tí av tí at hann skuldi flúgva víðari innanríkis í Noregi, kundi hann tað sama bíða til í dag at fara av landinum.
- Eg ivist í, hvussu leingi ein ísfiskatrolari við 70 monnum vil liggja og bíða eftir einum manni úr Føroyum. Vandi er eisini fyri at missa kjansin, sigur Brandur Sandoy.
Hann sigur, at sandoyingar nú eru frá sær sjálvum av øði.
- Fleiri hótta við at stinga av og selja húsini. Eg skilji tey væl, tí vit kunnu ikki liva upp á henda mátan. Vit skriva 2012 og ikki 1912. Viðurskiftini eru als ikki tíðarhóskandi. Tað er bara ein loysn, og tað er at fáa Sandoyartunnilin gjørdan sum skjótast, sigur Brandur Sandoy.