Sandoyggin skal brúkast til grøna royndaroyggj

Bygdaleiðir í Sandoynni skulu nú koyra við grønari orku

Nú skulu allir bussarnir hjá Bygdaleiðum í Sandoynni koyra við grønar i orku. Tað hevur Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum, gjørt av.

Men hvat slag av grønari orku, bussarnir skulu brúka, fer at standa til hvønn einstakan busseigara at gera av, sigur hann

– Sandoyggin skal vera tann fyrsta oyggin í Føroyum, har bussarnir koyra við varandi grønum orkuloysnum, sigur Heðin Mortensen.

Hann sigur, at Sandoyggin er sera væl egnað til at vera royndarøki í hesum sambandi, tí at strekkini eru avmarkað, og eisini er hampiliga slætt. 

– Hetta er byrjanin til at gera stórar grønar orkuloysnir á samferðslukervinum, men byrjað verður tó í smáum. Eydnast hetta, verðurtað útbygt til at umfata restina av landinum, alt eftir, sum møguleikarnir at hava grønar bussar, verða mentir

Heðin Mortensen, landsstýrismaður, sigur at enda, at ein skipanin skal setast í verk samstundis sum nýggju sáttmálarnir fyri Bygdaleiðir verða gjørdir.