Sandoyggin gloymd

Fyri tíð síðani varð samtykt á tingi, at undirsjóvartunnilin skuldi gerast millum Streymoy og Sandoy – í 2009 og annars varð meint, at tað vórðu ov góðar tíðir at fara undir slít stórarbeiðir. Tað riggað betur at seta slík arbeiðir ígongd í ringum tíðum – so tað skuldi nú verið lag á manni at fari undir hettar arbeiðið, men nú rura teir okkum við at tunnilin skal byrja einaferð í 2011.

- So inntil tað tíð syngja vit bara:

Rura rura rilla. Og táið so 2011 kemur, eru vónandi betri tíðir aftur, og tá kann man ikki gera íløgur í Sandoynna – so syngur man bara restina av ørindinum: - Mamma tín eitur Billa. Pápi tín er ein góður maður. Stundum betur kann illa.

Tað er ikki smávegis sum Suðuroyggin skal hjálpast og alt gott um tað, eg unni Suðuroynni alt gott, men táið fari verður suðureftir, mátti onkur verið sum fekk eyga á Sandoynna. Vit hava eitt virkið her á Sandi sum man við sorg má bara síggja standa og falla. Takrennurnar gignar sundur so rennur niðureftir á ómálaðum klædningi sum er grønur av slýggið. Virkisbygningurin forferst fyri hvønn dag.

Onkur tingmaður vildi geva suðuroyingum ein posa við 40 mió. krónum og aðrir vilja flyta øll almenn skip suður til Suðuroynna og ómøguligan er tað rætt, men vit liggja jú á leiðini, so okkurt smávegis mátti verið til Sandoynna.

Tá ið fíggjarlógin var fyri, blivu tunlar settir í gongd bæði sunnanfyri og norðanfyri, men í Dali – í Dalsbergi verða tey bumbaði undir av gróti úr Dalsberginum og tað sama í Sandslíð.

Tað gav at bíta, tá fíggjarlógin var kunngjørd í fjølmiðlanum. Tá var ein millión til Sandoynna. Men so frætt av skomm var álíkavæl í teimum , at teir tóku 7 milliónirnar sum vórðu játtar til Skúvoynna og skoyttu saman við Sandoyar Sýslu – soleiðis, at teir fingu tað at ljóða til 8 milliónir krónur – til Sandoyar Sýslu.

Tað er strævið, nú teir so væl kláraðu at fáa øll tingfólkini inni á meginøkinum, at vera einsamallur tingmaður í Sandoynni, men um Tjóðveldi ikki var fyrisprákari at trýsta Sandoynna niður í dýpið – so áttu vit her, at havt okkara lokala tjóðvelidismann inni á Tingi, tí sjálvt um formaðurin tjóðvelidsfloksins ferðast títt millum Føroyar og Danmark við donskum ferðaseðli og danskari løn – so ber væl til, at halda eykmanni hansara í Sandoynni úti frá tí politiska vøllinum. Men hann er jú úr Sandoynni!.

 

Tjóðveldi má væl ikki trúgva at sandoyingar eru blindir og ikki fylgja væl við.