? Eg eri fyri, at øll Sandoyggin verður løgd saman í eina kommunu ? við lóg, um tað skal verða, sigur borgarstjórin í Sands kommunu, Brandur Sandoy. Fyri umleið einum ári síðan var ein fyrireikandi fundur millum kommunurnar í Sandoynni um møguliga samanlegging.
Borgarstjórin í Sands kommunu, Brandur Sandoy, ásannar, at tíðir broytast og umstøður við.
- Soleiðis er eisini við tí, tú heldur um ymisk viðurskifti og ymiskar umstøður. Eg noyðist bara at ásanna, at eg havi broytt hugburð um samanlegging ? frá tí, at eg læt meg stilla upp til bygdarráðsval og til nú, eg havi sitið í bygdarráðnum síðan kommunuvalið seinast, sigur borgarstjórin.
Brandur Sandoy er rættiliga avgjørdur um, at kommunurnar í oynni skuldu verið lagdar saman ? við lóg, um neyðugt og ongantíð ov skjótt.
- Vit eru umleið 1400 íbúgvar í Sandoynni, og eg haldi, at sjálvt hendan eindin er ov lítil í einari kommunu. Tí haldi eg, at oyggin sum felags kommuna eigur at javnstillast við eina kommunu, sum telir umleið 2000 íbúgvar og fáa eina útjavning, sum hevur verið frammi, eftir hesum.
Borgarstjórin er sannførdur um, at ein so lítil kommuna, sum Sandoyggin verður, eigur at fáa eina serskipan millum aðrar størri kommunur, tá samanleggingarnar eru framdar.
Sjálvur dugir Brandur Sandoy ikki rættiliga at siga, hvat aðrar kommunur í oynni siga um samanlegging, men hann væntar, at meiriuti er í Sands bygdarráð fyri at leggja alla Sandoynna saman í eina kommunu.
Brandur Sandoy heldur, at enn er ov tíðliga at meta um, hvar kommunurnar í oynni standa í spurninginum um eina møguliga samanlegging, tá bara hin eini fyrireikandi fundurin hevur verið.