Sandoyartunnilin fer at gera tað høgligari

- Men, hann tekur ikki brimið burtur í Skúvoy, sigur Harry Jensen, sum var borgarstjóri í Skúvoyar kommunu í fleiri ár.

Harry Jensen, sum sjálvur triði situr í bygdaráðnum í Skúvoyar kommunu, sat undan skeiðnum hesaferð tríggjar setur út í eitt sum borgarstjóri. Á seinasta kommunuvali gjørdist Poul Osmund Tórarenni toppskorari og eisini borgarstjóri. Hinir í bygdaráðnum eru Harry Jensen og Jákup Andrias Thomsen.

 

Umframt at vera bóndi við umleið 400 áseyðum, skiftast Harry Jensen og ein annar maður í oynni um at taka ímóti Sildberanum, tá hann kemur við ferðafólki og farmi. Teir arbeiða eina viku í senn, og so hava teir frí í eina viku. Harry Jensen sigur, at hetta er rímiliga gott arbeiðslív, men tað er nokso bundisligt um summarið.

 

- Tað er altíð nógv meira at gera um summarið enn um veturin, tá avlýsingar javnan eru vegna brim í Skúvoy. Vit hava altíð havt sera gott samstarv við teir, sum sigla við Sildberanum, og tá ivaveður er, eru tað vit, sum lata teimum boðini um líkindini í Skúvoy. 

 

Harry Jensen sigur, at manningin á Sildberanum er altíð ógvuliga lagalig, og soleiðis hevur tað verið alla hansara tíð. - Er farmur aðrar dagar enn týsdag og hósdag, taka teir farmin út við. Teir goyma hann ikki á Sandi, sigur hann brosandi.

 

Tað er ikki altíð so lætt at vera teir í Skúvoy, sum skulu taka støðu til, um komandi er at hjá Sildberanum í Skúvoy. Sjóvarfallið hevur stóra ávirkan, og tú kanst skjótt gerast lumpaður.

 

- Tað kemur fyri, at vit biðja teir koma, men so broytist kyrran knappliga til ókyrru, og vit noyðast at biðja teir venda aftur til Sands. Tað eru eisini eru dagar, har tað sær keðiligt út, og har teir vera bidnir um ikki at koma út, men at tað so kortini vísir seg at vera hampilig líkindi.

 

Harry Jensen sigur, at tað einfaldasta er, tá tað er illveður og brim, tí tá skilja øll, at tað eru ikki líkindi. At ivast í, hvørt tað er komandi at í Skúvoy ella ei, er tað keðiligasta við hesi uppgávu, leggur hann aftrat.

 

Í Skúvoy eru tey glað fyri Sildberan, sum er eitt munandi betri skip at sigla við enn gamli Sildberin. Men, tað skerst ikki burtur, at gamli Sildberin lá nógv betur við bryggjuna teir keðiligu dagarnar, enn hesin ger.  

 

- Hin gamli lá líka sum eitt sker við bryggjuna, men nýggi Sildberin stingur ikki so djúpt og liggur meira livandi við byggju, tá tað er ókyrt.  Hetta merkir tó ikki, at skúvoyingar á nakran hátt vildu verið nýggja skipið fyriuttan. 

- Nei, eg trúgvi ikki, at nakar her í oynni í dag hevði viljað býtt hann um aftur við gamla bátin, um tað annars var møguligt, sigur hann.

 

##med2##

 

Vit spurdu eisini Harry Jensen, um skúvoyingar gleða seg til Sandoyartunnilin – ella, um tunnilin kanska ikki fyllir so nógv í teirra hugaheimi. 

- Í fyrsta lagi fer Sandoyartunnilin ikki at gera, at brim ikki er í Skúvoy á vetrardegi. Men, hinvegin verður tað eisini lættari og høgligari hjá okkum, tá vit eru komin upp á land á Sandi, at kunna koyra hagar, vit vilja.

Hann væntar, at sandingar fara at fáa ein trupulleika við bilum Úti í Støð ávísar tíðir av árinum, tí her fara nógvir bilar at trokast um sumrarnar og um heystarnar, tá fjøllini verða gingin, tí tá kemur nógv fólk til bygdar.

So leingi, sum Teistin hevur verið ein fløskuhálsur, eru tað ofta fleiri, sum hava koyrt saman, tí tað kundi vera trupult at fáa bilin við aftur um Skopunarfjørð.

- Nú verður tað bara at koyra beint Út í Støð og so umborð á Sildberan, um tú ætlar tær til Skúvoyar, sigur Harry Jensen, sum vísir á, at teir góðu dagarnar um sumrarnar kunnu stórir bólkar við fólki koma út í oynna.

Hann væntar ikki, at hesir fara at gerast færri, nú Sandoyggin fær fast samband.

- So bryggjan Úti í Støð kann skjótt gerast ein ávísur fløskuhálsur hjá Sands kommunu, og hjá skúvoyingum kann tað eisini fara at gerast ein trupulleiki at sleppa um fjørðin við Sildberanum, tá fólk, sum hava hug at vitja í oynni, flokkast umborð.

 

 

 

Harry Jensen er annar av monnunum, sum eru í starvi fyri SSL í Skúvoy.