Tað gongur alsamt fram á at bora Sandoyartunnilin og í farnu viku komu tey um tað markið, sum er, at nú er meiri enn helvtin av tunlinum boraður.
Tunlafelagið sigur, at í síðstu viku vórðu 98 metrar boraðir, og sostatt eru 5.409 metrar boraðir. Sostatt eru tey komin meiri enn hálva leið, tí tilsamans er Sandoyartunnilin 10.785 metrar.
Í Traðardali helt arbeiðið fram at bora tann fyrsta pumpubrunnin sandoyarmegin. Fimm pumpubrunnar eru í Sandoyartunlinum, eins og í Eysturoyartunlinum, og frammanundan er ein boraður. Tað er eitt stórt arbeiði at bora eir, tí teir eru 60 metrar langir.
Brunnarnir skulu klára at taka alt vatnið, sum lekur í tunnilin í samfull tvey samdøgur, skuldi tað hent, at ólag kemur á pumpuskipanina.
Í síðstu viku vóru 27 metrar av tunli boraðir sandoyarmegin og har eru 2.803 metrar boraðir. Tað er eisini um tað lagi, at tey eisini eru við at koma undir hestgjørð, sandoyarmegin
Á Gomlurætt vórðu 71 metrar boraðir í síðstu og har eru nú 2.606 metrar boraðir tilsamans.