Nú í vikuskiftinum 23.-25. juli verður Sandoyarstevnan í Húsavík. Hon byrjar fríggjakvøldið við tivoli og dansi.
Leygardagin setir Hanus A. Samuelsen stevnuna kl. 14.00. Síðani heldur tivoli fram og ymiskt verður til undirhald. Um kvøldið verður midnáttarfundur. Har verður sungið og Ingi Mohr er røðari. Aftaná á verður dansur.
Stevnan heldur fram sunnudagin seinnapartin. Matsøla verður allar dagarnar.