Sandoyarstevna er 7.til 9.juli
Um vikuskiftið, 7.-9. juli fara víkingar at halda til við Mølheyggjarnar á Sandi, har tey skipa fyri Festivalhöll.
Møguleiki verður at royna seg sum víking við ymsum aktivitetum, matur og drekka verður til keyps. Atgongd til festivalin er ókeypis.
Nevnast kann til dømis, at Ildsmeden er fastur táttur á Festívalhöll og einki undantak er í ár. Hann fer at undirvísa víkinganæming á økinum og øll eru vælkomin at lurta við. Kanska vit eisini fáa lokka ein dans burturúr honum seinni á kvøldið. Berserkarin Robert Berbrøkur er komin úr Skotlandi at leita sær nýggj bardagafólk: Víkingaskúli fyri børn. Kallað verður á allar ungar bardagamenn og skjaldarmoyggjar! Læri at berjast sum sannur víkingur. Lær um vápnini og at berjast í skjaldamúrinum.
Fylgjast kann við á fecebook vanganum hjá Festivalhøll.
##med2##












