Sandoyarferjan endiliga komin

Týsmorgunin kom nýggja sandoyarferjan, Teistin, spakuliga inn á Skálafjørðin. Hon sigldi ikki við egnari megi, men varð togað av einum sleipibáti

 

Jústinus Leivsson Eidesgaard

Er tú ikki ov nær, so sær nýggja sandoyarferjan heilt liðug út.

Kemur tú nærri, so er skipið ikki meira enn hálvliðugt. Alt hevur gingið skeivt við hesum skipinum. Fyri tað fyrsta, so kláraði polska skipasmiðjan, sum skuldi smíða skrokkin, als ikki at halda seg til sáttmálan og megnaði ikki at halda tíðina. Tað endaði við, at føroyska skipasmiðjan segði sáttmálan upp og flutti skrokkin á eina aðra polska skipasmiðju, fyri at gera skrokkin lidnan. Men heldur ikki her hevur arbeiðið gingið væl. Og omaná tað heila, so hevur gingið striltið at sleipa ferjuna heim, tí veðrið hevur verið so vánaligt.

Ferjan skal nú gerast liðug inni á skipasmiðjuni á Skála og miðað verður ímóti at lata Strandferðsluni ferjuna í mars komandi ár. Tað verður tó ein stríggin uppgáva, tí seinkingarnar í Polen og veðurgudarnar hava skarvar tríggjar mánaðar av teim átta, sum skipasmiðjan hevði sett av til at gera ferjuna lidna.

Tá allir trupulleikar eru loystir, so hava sandoyingar fingið eitt samferðsluskip, sum er skræddaraseymað til mangan lumpnu viðurskiftini í Skopunnar og Hestfirði og ikki um at tala í lúnutu Skopunnar Havn.