Nevndin, sum skal finna eina loysn á, hvussu ætlanin at gera undirsjóvartunnil í Sandoy, kann fremjast í verki, er nú farin til arbeiðis.
Tað var løgmaður, sum nakað síðani vildi hava eina nevnd við umboðum úr politisku flokkunum at útgreina eina loysn fyri, hvussu Sandoyartunnilin kann fíggjast og fíggjast.
Síðani hava allir flokkar valt síni umboð í nevndini. Í henni eru teir tríggir tinglimirnir úr Sandoy, Brandur Sandoy, sum umboðar Fólkaflokkin, Gerhard Lognberg, sum umboðar Javnaðarflokkin og Páll á Reynatúgvu, sum umboðar Tjóðveldi.
Hini, sum sita í nevndini, eru Eivin Jacobsen úr Sambandsflokkinum, Kristianna Winther Poulsen úr Sjálvstýrisflokkinum, Jenis av Rana úr Miðflokkinum, Poul Michelsen úr Framsókn og Janus Rein, sum er uttanflokkatingmaður.
Kári P. Højgaard, sigur, at nevndin hevur fingið fundarboð og fyrsti fundurin verður longu hesa vikuna.
Á tí fundinum fer Landsverk at útgreina fyri teimum, hvat er gjørt og annars at greiða frá verkætlanini.
Og so fer nevndin av álvara til verka at útgreina, hvussu tunnilin kann fíggjast og gerast.
Landsstýrismaðurin sigur, at ætlanin er, at talan skal vera um eina skjóttarbeiðandi bólk og hann vónar, at eitt úrslit kann fyriliggja seint í ár.
Í játtanarkarmunum eru 390 milliónir settir av til Sandoyartunnilin fram til 2024, men tað er ikki meiri enn helvtin av tí, verkætlanin kostar.
Restin skal so fíggjast aðrar vegir og landsstýrismaðurin sigur, at allir møguleikar standa opnir og tí er óvist um talan verður um lán, ella um íløgur verða raðfestar av nýggjum.
Higartil hevur politiskur meiriluti ikki verið fyri at leggja allar tunlarnar í eitt felag og so brúka inntøkur úr hinum undirsjóvartunlunum at fíggja Sandoyartunnilin við.










