Sandoyarætlanin bjargaði Sandoynni

Almenna Sandoyarætlanin hevur skapt framburð aftur í Sandoynni síðani búskaparkreppuna. Økismenningarbólkurin mælir út frá hesum til almennan fíggingarstovn at menna útjaðaran

 

Skeiva gongdin í Sandoynni eftir búskaparkeppuna vendi, tá bæði flakavirkini lótu upp aftur orsakað av sonevndu Sandoyarætlanini.

Hetta var ein ætlan, har tað almenna fór inn og stuðlaði menning av vinnulívinum í oynni.

Og júst hetta metir økismenningarbólkurin, sum fyri stuttum handaði landsstýrinum økismenningarálitið, vera bjargingina hjá Sandoynni.

Bólkurin vísir á, at tað hevur gingið støðugt framá í Sandoynni síðani flakavirkini lótu upp aftur, og er hetta eisini nakað, sum sæst aftur í lønarhagtølunum og í arbeiðsloysinstølunum fyri oynna. Í økismenningarálitinum verður víst á, at talið á fólki við fiskavøruídnaði sum høvuðsvinnu vaks frá 10 fólkum í 1995 til 149 í 1999. Hetta, heldur bólkurin, greitt vísir týdningin av Sandoyarætlanini.


Neyðugt við almennari fígging

Tað gekk long tíð at fáa gongd á aftur í Sandoynni. Og eina av orsøkunum til hetta, heldur økismenningarbólkurin vera vantandi fíggingarumhvørvi.

»Talið á verkætlanum tykist ikki hava trotið í Sandoy, men trupulleikin hevur verið at fáa fígging til hesar verkætlanir«, sigur økismenningarbólkurin í áliti sínum.

Bólkurin vísir í hesum sambandi á, at ein av vinnulívsmonnum í Sandoynni, sum bólkurin hevur tosað við, segði frá, at tað var eitt beinleiðis krav frá peningastovnunum í miðstaðarøkinum, at hann skuldi leggja fyritøku sína í Havn ella nærhendis Havnini, fyri at fáa fígging frá teimum. Vinnulívsmaðurin vildi tó ikki eftirlíka hesum boðum, og legði hann tí virki sítt í Sandoynni. Avleiðingin var, at hann onga fígging fekk frá peningastovnunum.

Hetta, heldur økismenningarbólkurin, ber boð um, at tørvur er á einum fíggingarstovni ella grunni, ið serliga tekur inn í myndina økismenningaratlit, tá hann veitir fígging.