Jens Andreas Jensen, Sandoyar Andreas, var føddur 1866 undir Kvíggjum á Sandi, sonur Jens Samuelsen og Elsu Sofíu f. Joensen. Andreas kom í 1886 til Havnar at búgva hjá Onnu Elisabeth og Andreas Andreassen í Dali. Tey vóru skyldfólk av Sandi. Hetta endaði við, at Andreas giftist við Tominu, dóttir skraddarin. Andreas var beiggi Marius, sum var seinni maður systrina Johannu.
Sum ungur hevur Andreas helst fiskað við Jens í Dali, sum gjørdist svágur hansara. Í 1893 tók Sandoyar Andreas stýrimansprógv á Bogø. Andreas førdi Dart til fiskarí eitt skifti í 1894. Tann 22. oktober 1894 kom Andreas úr Grimsby við sluppini Confidence. Hon fekk navnið Svanen, og Andreas førdi hana í 1895 og 1896.
Í 1899 fór Andreas at føra Helenu, sum hann førdi fram til 1901. Á heysti 1899 fóru teir niður til Danmarkar at selja livandi fisk í dammi. Hetta var ein ringur ísvetur, so teir blivu liggjandi niðri jól og nýggár og komu ikki heim fyrr enn til føstulávint árið eftir.
Á heysti 1900 fór Andreas við Helenu til Vlaardingen í Hollandi við fiskinum, sum var lakasaltaður í tunnir. Hetta var ein nýhugsan hjá Pola og Jens í Dali, sum eina tíð gav betri prís.
Í 1903 og 1904 førdi Andreas hvalabátarnar Nordkyn og Nordkap, sum p/f Verdandi í Havn átti. Hvalastøðin var í Kollafirði.
Í 1906 var Andreas við Karen royndartúrin í Grønlandi við svágrinum Pola í Dali. Hetta var fyrsta veruliga royndin hjá føroyingum í Grønlandi.
Á heysti 1906 førdi hann Karina í farmasigling millum Føroyar og Leith. Í 1907 førdi hann aftur hvalabátar, Selvík og Norddeple. Norddeple førdi hann aftur í 1908, og Andreas legðist tá uppi.
Gjørdist klubbavertur
Hóast limur í Thorshavns Totalafholdsforening, varð Andreas vertur í Havnar Klubba. Hann skuldi vera sterkur maður. Tað sigst um Andreas, at hann, tá ið menn komu til ilnar, kundi taka teir og bera teir út tveir í senn, ein undir hvørja hond.
Sandoyar Andreas og Mina giftust í 1895. Tey búðu fyrst á Reynagarði og fingu tríggjar synir: Jens í 1896, Andreas (nevndur Dia) í 1898 og Ernst í 1900. Jens fekk sær seinni navnið Janus Øssurson og hinir báðir brøðurnir fingu sær Sondum. Sum tey fyrstu bygdu tey nýggj hús á eini útstykking omanfyri býin, sum seinni fekk navnið Niels Finsensgøta.
Mina og Andreas fingu eisini eina dóttur, Elsa, í 1908. Hon fekk tuberklar og doyði 18 ára gomul. Umframt húskið, sum taldi seks, búði Kristian, bróður Andreas, hjá teimum. Kristian kom til Havnar í 1901 og doyði í 1944. Hann var ógiftur. Kristian avloysti beiggjan sum klubbvertur. Tá ið Kristian hevði 25-ára jubileum sum vertur í Klubanum, ætlaðu teir at geva honum eitt gullur, men Kristian doyði um somu tíð. Klubbin reisti honum gravstein ístaðin í nýggja kirkjugarði.
Fingu pensjonat
Í 1914 lótu Andreas og Mina upp pensjonat í heimi sínum í Niels Finsensgøtu. Eftir at Andreas var deyður helt Mina fram við tí inntil 1929.
Mina hýsti millum øðrum brøðrunum Jacob Dahl og Thomas Paula Dahl, seinni yvirlækni, ta tíðina, teir gingu í realskúla í Havn. Teir komu til Havnar í 1910. Dia og Pauli Dahl vóru javngamlir, tað vóru bara dagar ímillum teir. Janus og Pauli Dahl fylgdust í ungdómsárum í realskúlanum, síðan á Sorø og báðir fóru undir lestur á lærda háskúlanum. Báðir vóru teir saman við øðrum við til at gera føroyska flaggið. Janus las teologi, men gavst og virkaði alt sítt lív sum kórdeknur í Lutherkirkjuni í Keypmannahavn. Hann giftist við norsku Margit Nygård. Ein sonur er kendi tónleikarin Brandur Øssurson.
Mina og flaggið
Janus segði altíð, at mamma hansara, Mina, setti litirnar saman til føroyska flaggið, sum eisini skuldi vera krossmerki eins og í hinum Norðurlondum. Mina og Andreas fingu sær flaggstong og flagg. Tey vóru tey fyrstu, sum flaggaðu við nýggja føroyska flagginum í Havnini. Flaggstongin stóð í trappusteininum út ímóti Niels Finsensgøtu. Hetta hevur verið fyrst í tjúgunum. Lítið visti Mina tá, at hon í einum góðum 10-ára skeiði, frá 1925 – 1936, fór at flagga fýra ferðir í hálvari stong fyri sínum allarnærmastu.
Næstelstur var Andreas, sum búi í Havn. Aftaná millumskúlan fór hann í timburlæru hjá H.C. Andreassen, Hans á Reyni. Dia fór niður á handverkaraskúla í Haslev í 1920. Afturat at arbeiða sum timburmeistari í Havn, var hann saman við Johannes Johannesen í Mattalág sýnsmaður fyri sparikassan í mong ár. Dia giftist við Ragnhild Mørkøre úr Havn. Hann spældi fótbólt í fleiri ár við HB.
Sandoyar Andreas doyði 17. september 1925, bara 59 ára gamal. Tá skrivaði Dimmalætting í minningarorðum, at ”øll støð har J. A. Jensen var í arbeiði kom hann væl ásamt bæði við yvirmenn og undirmenn. Friðarligur, sum hann var á allari síni ferð, kann tað gott sigast um hann, at sjáldan hevur sámuligari og stillisligari maður staðið á skipabunka. Hann var í mong ár limur av Thorshavns Totalafholdsforening. Hann var eisini limur í nevndini fyri sjúkrakassan og var við til at stovna Sygeplejeforeningen, hvarí hann var allar sínar dagar. Hann var eisini fiskavrakari til til tað síðsta.
At hann var nógv avhildin sýndi best tann stóra mannamúgvan, sum fylgdi honum á síðstu ferð hansara.”
Mina bleiv ikki spard. Maðurin doyr í 1925, einasta dóttur í 1926, ein ommusonur í 1930 og yngsti sonurin Ernst í 1936. Hesi fýra liggja saman við Minu í gamla kirkjugarði. Kona Ernst varð eisini jarðað har - í 1989. Tá hevði hon verið einkja í 53 ár.
Keldur:
Eyðfinn Sondum
Ingrið Sondum
Føroya Siglingarsøga
Komandi partur
Í komandi parti verður greitt frá Ernst Sondum, sum var fyrsti blaðstjóri á Dagblaðnum