Sandoy Seafood virkar portiónir úr upsa

Eysturbúgvin hevur landað á Sandi, og í vikuni hevur Sandoy Seafood eisini keypt fisk úr Sørvági

Fiskivinna

Mánadagin landaði Eysturbúgvin á Sandi. Teir høvdu 135.000 pund av upsa, sum Sandoy Seafood keypti.
Eysturbúgvin partrolar saman við Vesturbúgvanum, sum landaði umleið somu nøgd í Vestmanna.
Skipini fóru útaftur longu mánakvøldið.
Hesa vikuna hevur Sandoy Seafood eisini keypt 90.000 pund av upsa úr Sørvági. Hetta er fiskur, sum partrolararnir Vesturskin og Vesturleiki landaðu í Sørvági mánadagin.

Virka portiónir
Á virkinum í Skopun fer meginparturin av fiskinum til portiónir og tað, sum ikki fer til portiónir, fer í blokk.
Tað eru eini 4-5 ár síðan, at Sandoy Seafood legði um frá blokki til portiónir, sum geva meiri arbeiði, samstundis sum virðisøkingin av ráfiskinum er størri.
Sandoy Seafood í Skopun hevur framleiðsluorku til eini 25-30 tons av ráfiski um dagin.

Landa á Sandi
Á virkinum á Sandi, har felagið áður hevði saltfiskaframleiðslu, er bara virksemi, tá landing er. Tey størru skipini landa á Sandi, og síðan verður fiskurin koyrdur norður til Skopunar, har hann verður virkaður.
Sum er, verður virkið á Sandi ikki latið uppaftur til saltfiskaframleiðslu, siga tey á Sandoy Seafood, sum annars hevur eini 60 fólk á sínum lønarlista.