Sandoy Seafood gav næstan tríggjar milliónir í halli

Bruttoúrslitið hjá Sandoy Seafood var í fjør 20,3 milliónir krónur í mun til 26 milliónir krónur árið fyri. Úrslitið eftir skatt er -2,8 milliónir krónur ímun til +2,3 árið fyfryi. Eginognin tann 31. desember 2020 er 9,9 milliónir, ogn í umferð er 25 milliónirog stuttfreistaða skuldin er góðar 5 milliónir krónur, skrivar felagið í ársfrágreiðingini sum sæst á vinnuvitan.biz.

 

Felagið fekk í junið 2019 nýggjar eigarar, sum settu nýggjan partaðeign í felagið. Tað var Óli Nattestad í Hirtshals, sum tá keypti felagið.

Nýggju eigararnir hava síani yvirtøku av felagnum veitt fígging til neyðugar íløgu og trygging av støðugum arbeiði á virkinum, í tann mun tað er møguligt, skriar felagið í ársfrágreiðingini.

Felagið hevur havt avbjóððingar við Covid-19 í fjør, har tað hevur verið trupult at fáa nøktandi nøgdir av rávøru til vega, og tað hava verið avmarkingar í eftirspurninginum av liðugtvøru og í útflutninginum av liðugtvøru úr Føroyum.

Leiðslan er nøgd við raksturin fyri 2020, men ikki við úrslitið, og metir, at Covid-109 er høvuðsorsøkin til gongdina í árinu. Leiðslan metir,at Covid 19 ávirkanin fer at vera fallandi yvir 2021.

Týðandi íløgur hjá felagnum vóru lidnar og tiknar í nýtslu í seinnu helvt av 2020, og leiðsla felagsins væntar at kapasiteturin, sum íløgurnar geva til framleðisluna, fara at geva eitt munandi íkast til raksturin í 2021, skrivar felagið í leiðslufrágreiðingini.

Stjóri á Sandoy Seafood er Martin Olsen.

Í nevndini sita:

Gerhard Lognberg, nevndarformaður

Hedvig Winther

Jógvan Elias Winther Poulsen

Óli Nattestad