Sandoy ikki partur av vælferðarsamfelagnum

Í dag er fyrsta viðgerð av fíggjarlógaruppskotinum fyri 2010. Misjøvn undirtøka sýnist vera, og Gerhard Lognberg vil vita, um Sandoy ikki skal hava nakra vælferð Gerhard Lognberg, tingmaður fyri Javnaðarflokkin var ikki mjúkur, eftir at Eyðgunn Samuelsen hevði hildið røðu fyri Javnaðarflokkin í samband við fyrstu viðger av fíggjarlógaruppskotinum.

- Tit snakka so nógv um vælferð. Skulu sandoyingar ikki hava vælferð?, spurdi Gerhard Lognberg, viðvíkjandi Sandoyartunli.

Hann legði afturat, at hann ikki kundi liva við, at aðrir partar av flokkinum førdu fram, at tað vóru »vit í Javnaðarflokkinum«, sum ynskja ymiskt, tá talan ikki er um allan flokkin.

At enda vónaði Gerhard Lognberg, at samgonguskjalið var at kenna aftur um jóltíðir, tá fíggjarlógin verður klár.

Tað er greitt tilskilað í samgonguskjalinum, at arbeiðast skal við Sandoyartunli.

Tí kann roknast við, at Gerhard Lognberg enn einaferð er í sjálvdrátti í Javnaðarflokkinum.

Og tað er púra vist, at tað ikki bara er hann, sum ivast stórliga í verandi fíggjarlógaruppskoti, tí Anfinn Kallsberg boðaði í útvarpinum hjá Kringvarpinum frá, at hann væl dugdi at ímynda sær, at fíggjarlógaruppskotið fór at vera fyri broytingum í fíggjarnevndini.

Í løtuni er steðgur í fyrstu viðgerð av fíggjarlógaruppskotinum fyri 2010, men byrjað verður aftur umleið klokkan 13:30.