Sandnes tapti týðandi dyst í botnstríðnum

Pauli Jacobsen og liðfelagarnir eru aftast

Landsliðsmálverjin, Pauli Jacobsen og liðfelagarnir í Sandnes høvdu týðandi dyst í niðurflytingarstríðnum í bestu norsku hondbóltsdeildini í dag.

 

Sandnes, ið er aftast í deildini við 10 stigum fekk vitjan av Follo, ið undan dystinum í dag var trý stig frammanfyri Sandnes.

 

Í steðginum stóð væl til, tí tá var Sandnes á odda 19-17. Men tað gekk illa í hond í seinna hálvleiki, og endin var, at Follo vann dystin 37-33.

 

Pauli bjargaði trimum av 28 málroyndum. Kappingarneytin, Adrian Holgersen Vikra stóð seg betri. Hann bjargaði trimum av 15 málroyndum.

 

Komandi leygardag spælir Sandnes dyst á útivølli móti Bækkelaget, ið er næstaftast í deildini, eisini við 10 stigum. Tað er av sera stórum týdningi hjá Sandnes at fáa stig í hesum dystinum.