Sandingar skulu eisini til fólkaatkvøðu

Sands kommuna fer nú eisini at geva borgarum sínum høvið at siga sína hugsan um, hvussu verður við kommunusamanlegging.

Spurningurin er, hvørt tey vilja verða saman við hinum kommununum í sýsluni ella ikki.

- Enn er dagurin fyri fólkaatkvøðuna ikki ásettur, verður upplýst.

Seinni í mánaðinum verður fundur í bygdaráðnum, har dagurin verður ásettur.

21. oktober skulu annars skopuningar siga sína hugsan um sama mál.

Men sambært Sandoyarportalinum er einki frætt um, hvørt hinar kommunurnar - Skálavíkar, Húsavíkar og Skúvoyar - fara at gera tað sama.