Sandingar skifta felag

Heimasandsfólk ætla at fara úr Føroya Kommunufelag og upp í felagið við teimum stóru kommununum


<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Kommunumál
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ 
Sands kommuna ætlar nú at fara úr Føroya Kommunufelag. Ístaðin fyri hevur kommunan søkt um limaskap í Kommunusamskipan Føroya, har tað annars bara eru tær størstu kommunurnar, sum eru
Á fundi í stýrinum fyri Kommunusamskipan Føroya í dag varð umsókn frá heimasandsfólki viðgjørd.
Og stýrið samtykti at mæla næsta aðalfundi hjá Kommunusamskipani til at taka Sands kommunu upp sum nýggjan lim. Stýrið samtykti eisini, at Sands kommuna beinanvegin kann verða við í stýrinum og starvsbólkinum fyri Kommunusamskipanina, hóast limaskapurin ikki verður endaliga góðkendur fyrr enn eftir aðalfundarsamtykt, sigur Kommunusamskipanin í tíðindaskrivi.