Fyri eini viku síðani vann Hillary Clinton undanvalið í Kentucky móti kappingarneytanum Bernie Sanders í einum serum tættum vali. Hóast 454.573 fólk atkvøddu til undanvalið, so vóru einans 1.924 atkvøður millum tey bæði valevnini.
Tað hevur fingið Bernie Sanders at krevja eina lutvísa fínteljing av úrslitinum. Hann ynskir ikki, at allar atkvøðurnar verða taldar av nýggjum, men einans at brævatkvøðurnar verða taldar umaftur, umframt at elektronisku valmaskinurnar verða kannaðar. Tað upplýsir tíðindasíðan Politico.com.
Úrslitið merkir, at bæði fáa 27 umboð frá Kentucky, men stríðið stendur nú um hvør skal fáa nummar 28. Um úrslitið ikki broytist til fyrimuns fyri Bernie Sanders, so fær Hillary Clinton tað síðsta umboðið.
Ikki tað, at tað ger stórvegis mun. Hillary Clinton er frammanundan langt frammanfyri Bernie Sanders í kappingini um umboð.
Higartil hevur Hillary Clinton 2.305 umboð, meðan Bernie Sanders hevur 1.539. Fyri at tryggja sær sigurin er neyðugt at fáa 2.383 umboð. Harvið er Hillary Clinton einans 78 umboð frá at vinna, og ger eitt umboð til ella frá neyvan tann stóra munin so seint í undanvalinum.