Bernie Sanders hevur í dag boðað frá, at hann leggur kongin og gevst sum valevni í undanvalinum hjá demokratunum.
Sostatt er bert fyrrverandi varaforsetin, Joe Biden, eftir hjá demokratunum, og alt annað líka verður tað hann, ið skal dystast móti Trump, forseta, um forsetaembætið í november í ár.
Hóast Bernie Sanders kom væl frá byrjan og hevði dygga undirtøku millum ungu veljararnar, so var hann seinastu vikurnar fallin afturúr, meðan Joe Biden tók seg fram.
Bernie Sanders, sum er senatorur fyri Vermont, er í grundini óheftur, men í sambandi við forsetavalið hesaferð - og eisini í 2016 - stillaði hann upp fyri demokratarnar.
78 ára gamli Sanders, sum telist millum teir mest vinstrahallu politikkararnar á amerikanska politiska vígvallinum, gjørdi í dag greitt, at hann metti ikki, at nakar møguleiki var fyri at fáa neyðugu undirtøkuna at koma á odda í demokratiska undanvalinum, og tí valdi hann at gevast.
– Eg hevði ynskt, at eg kundi givið tykkum betri tíðindi, men eg haldi, at tit vita sannleikan. Og hann er, at vit eru um 300 umboðsfólk aftanfyri Biden, varaforseta, og leiðin til sigur er so at siga ómøgulig. So hóast vit vinna ideologiska stríðið, og hóast vit vinna stuðul frá so nógvum ungum og arbeiðandi fólki kring landið, eri eg komin til ta niðurstøðu, at stríðið um tilnevningina fer ikki at eydnast. So í dag vil eg boða frá, at eg gevist í valstríðnum, segði Bernie Sanders.