Sløkkiliðið kom við pumpum, men so nógvur sjógvur var komin í bátin, at hann sakk, bert afturskipið stóð uppundan.
Um morgunin fór sandbáturin "Árnanes" at grabba sandin úr bátinum, og seinni fór so kavari niður at tætta lekan. Sildapumpan hjá "Sólborg", ið kann pumpa 600 tons um tíman pumpaði bátin lens.
Kelda: Myndaárbókin - árið ið fór 1970