Sandbátur rendi á glastrevjabát

Týsmorgunin klokkan eitt korter til sjey bleiv ein glastrevjabátur niðursigldur av sandbátinum Burgundia í Klaksvík. Glastrevjabáturin sakk. Tað kundi verið álvarsamt, men dugnaskapur og hepni gjørdu sítt til, at ongin fólkaskaði hendi

Klaksvík:
Glastrevjabáturin Nancy úr Klaksvík sakk týsmorgunin eftir at sandbáturin Burgundia rendi á hann. Ein maður var umborð á Nancy, og hann bleiv bjargaður í øllum góðum umborð á sandbátin.
Tað kundi verið sera álvarsligt, tí tað gekk bert ein lítil løta frá tí óhappið hendi, til báturin sakk. Sosialurin frættir frá løgregluni í Klaksvík, at tað óivað var ein blandingur av hepni og dugnaskapi frá øllum pørtum, at tað ikki bleiv álvarsligari enn tað sama. Tí tað varð borið skjótt at. Menninir royndu at bjarga Nancy, men tað var vónleyst.
Løgreglan í Klaksvík greiðir frá, at Burgundia hevði ligið við oljukeiina í Ánunum og var á veg inn til Klaksvíkar, tá hann rendi á glastrevjabátin.
- Eftir øllum at døma hevur skiparin á Burgundiu ikki sæð glastrevjabátin, sigur vakthavandi á løgreglustøðini og leggur aftur at, at tað verður sagt, at glastrevjabáturin varð árendur, tí hann lá stillur, meðan sandbáturin sigldi.
Annars vil løgreglan ikki koma við nakrari niðurstøðu sum er, tí málið verður kannað nú. Og hon skal tosa við báðar partarnar, og so verður sjóforhoyr. Enn er tó ikki greitt, nær tað verður.
Finnur Johannesen átti glastrevjabátin, sum var 30 føtur. Hann var í ferð við at draga gággurúsur, tá óhappið hendi. Hann vil ikki siga nakað um óhappið, áðrenn sjóforhoyr hevur verið.
- Tað einasta eg vil siga beint nú er, at eg eri á lívi, og tað er tað týdningarmiklasta. Eg vil ikki risikera, at eg sigi nakað nú við fjølmiðlarnar, sum seinni kann verða nýtt í móti mær, sigur ein týðuliga skelkaður Finnur Johannesen.