Sandavágur er á FM kós

Eftir 4-0 sigur í Klaksvík í dag er Sandavágur stórfavorittur at verða meistari í talvi

Tað eru tvey umfør eftir av hesum kappingarárinum, og framvegis er tað ikki avgjørt, hvør verður FM vinnari. Men tað skal ganga óvanliga illa í tveimum teimum seinastu umførunum hjá Sandavágs Talvfelag, um tað ikki skal eydnast at vinna FM heitið.

Í dag vóru sandavágsmenn í Klaksvík, har tað eydnaðist at vinna 4-0 á Klaksvíkar Talvfelag 2. Samstundis vann Klaksvíkar Talvfelag 1 3 - 1 á Tofta Talvfelag. Sandavágur og Klaksvík 1 vóru tvey tey fremstu undan hesum umførinum. Munurin teirra millum er nú øktur til 4 stig. Sandavágs Talvfelag hevur 24 stig, og Klaksvíkar Talvfelag 1 hevur 20 stig.

Uppgerðin millum Vestmanna og Havnina varð útsett til næsta sunnudag. Havnin hevur 16 stig og kann við fullari úrtøku ímóti Vestmanna, sum er aftast, røkka 20 stigum undan tveimum teimum síðstu umførunum.

Í tveimum teimum seinastu umførunum skal Sandavágs Talvfelag dystast við Toftir og Havnina. Klaksvíkar Talvfelag 1 og Havnin hittast og Klaksvík 1 skal eisini telva ímóti Vestmanna.

Støðan: Sandavágur 24, Klaksvík 1 20, Havnin 16, Klaksvík 2 og Toftir 11 ½ og Vestmanna 9 stig.

 

mynd: Rógvi Egilstoft Nielsen situr á fyrsta borði hjá sandavágsmonnum