Sandavágur í vøkstri

Tað búðu 34 fólk fleiri í Sandavági við ársenda í fjør, enn árið fyri, og væntandi fara enn fleiri fólk at flyta til Sandavágs, nú undirsjóvartunnilin er veruleiki. Skattainntøkan hjá kommununi var í fjør hægri enn mett

Kommunutíðindi

Sandavági:Hóast tað ikki beinleiðis kann leggjast undirsjóvartunlinum til, hevur hann ivaleyst sína ávirkan á, at fólkatalið í Vágum er vaksandi. Sandavágur er ein av bygdunum, har fleiri fólk hava biðið um grundstykki, og onkur nýggj hús eru loigu komin upp at standa.
Í Sandavági búðu 723 fólk á nýggjárinum, sigur Rósa Samuelsen, borgarstjóri í Sandavági. Tað eru 34 fók fleiri enn við ársenda 2001. Av hesum eru 30 tilflytarar, meðan burðaravlopið, munurin millum fødd og deyð í bygdini, var 4 fólk.
Rósa Samuelsen letur hampiliga at fíggjastøðuni hjá kommununi. Meira er til, enn kommunan skyldar, so tað skuldi sum so verið í lagi, heldur hon.
Skattainntøkan hjá Sandvágs Kommunu royndist betri í fjør, enn væntað var við ársbyrjan. Metingin á fíggjaætlanini var góðar 12,9 milliónir, meðan endaliga úrlsitið vísti knappliga 13,5 milliónir ella ein hálva millión meira enn mett. Í ár hevur Sandavágs Kommuna mett at fáa góðar 12 milliónir krónur inn í skatti. Fíggjarlógin hjá Sandavágs Kommunu fyri árið 2003 javnvigar við reiðiliga 14,6 milliónum krónum.

Veganøvnini
Sum allar aðrar bygdir og býir í landinum, skal Sandavágur eisini hava gøtunøvn og nummar á hvørt hús. Hetta verður gjørt eftir ynski frá Postverkinum.
Í Sandavági hevur sitið ein gøtunavnanevnd, sum hevur latið frá sær sítt upskot til nøvn, og er har tikið atlitt til gomul staðarnøvn í bygdini. Bæði vanlig staðarnøv og ikki minst søgulig nøvn, sum bæði verða knýtt at støðum og persónum.
Nevnast kunnu mætir menn sum V.U. Hammershaimb og Peter Arreboe, sum báðir hava fingið hvønn sín veg uppkallaðan eftir sær í Sandavági. Annar varð føddur í bygdini, og hin doyði har.
Sandavágs Kommuna hevur eisini fingið kort yvir bygdina lagt út á internetið. Skipanin kann síggjast á heimasíðuni hjá Sandavágs Kommunu, sum vísir til skipanina www.kort.fo. Heimasíðan hjá Sandavágs Kommunu eitur www.sandavagur.fo.
Landsvegurin víðari vestur gjøgnum oynna, liggur gjøgnum Sandavág, og merkist tað eisini. Arbeitt hevur støðugt verið við at bøta um trygdina á hesum vegastrekki, sigur Rósa Samuelsne, borgarstjóri í Sandavági.
Hon nevnir í hesum sambandi, at fleiri ljós verða sett upp inn eftir Leitinum, sum er vegurin millum bygdina sjálva og Giljanes, har skúlin er. Eisini er avtalað gjørd um kavarudding á gonguteiginum fram við hesum vegnum, tá brúk er fyri tí.
At tað mangla bussskýli fram við høvuðsvegnum, sanna tey dagliga, sum hvønn dag ferðast við bussi av oynni til arbeiðis. Men hetta verður nú bøtt um, sigur Rósa Samuelsen, eins og tað eisini verður arbeitt við at betra um parkeringsviðurskiftini fram við høvuðsvegnum.
Tann søguligi Gamli Skúli í Sandavági verður enn nýttur til fyrsta og annan flokk, og har hava verið gjørdar rímiliga stórar ábøtur. Og meira er eftir at gera, sigur borgarstjórin. Onkur leki er, so nú verður farið undir at klæða Gamla Skúla við timbri fyri á tann hátt at sleppa undan lekanum.
Nýggja útstykkingin norðuri í Sørpum er um at vera liðug, og fyrstu húsini eru komin upp at standa, og onkur er fluttur inn.
Sandavágs Kommuna hevur valt at gera alt liðugt, áðrenn rættiliga verður fairð undir bygging á økinum. Eitt nú gøtuljós og asfaltering eru gjørd, so fólk ikki koma til ein hurlivasa, tá tey flyta í nýggj hús. Enn er tó eftir at asfaltera sjálvar gonguteigarnar har norðuri og gera gøtur, sum binda nýggja býlingin saman við gomlu bygdina, sigur borgarstjórin. Higartil hevur hendan útstykkingin kostað góðar fýra milliónir krónur.

2003
Nógv er gjørt, men meira er eftir. Og ætlaninar fyri árið í ár eru ikki smáar heldur.
Dagstovnurin, sum bygdur verður, skal takast í brúk í vár, og verður tað stórt framstig á tí økinum. Væntandi fara eini 12 fólk at arbeiða á dagstovninum, sum bæði fer at hýsa vøggurstovu- og barnagarðsbørnum.
Grivið varð víða í Sandavðagi í fjør. Kloakkir og veitingar til bæði vatn og streym vórðu lagdar av nýggjum, og hetta fer at halda fram í ár eisini, sigur borgarstjórin. Væntandi verður ikki komið runt í ár kortini.
Tann í síni tíð so nógv umtalaði sløkkiliðsbilurin er keyptur, og kemur væntandi í ár. Nú er tað ikki Sandavágs Kommuna, sum einsamøll eigur bilin. Sandavágur og Miðvágur hava felags sløkkilið, og tað er hetta liðið, sum fær bilin. Kostnaðurin verður tó enn meira býttur, tí umframt at kommunurnar báðar fara at gjalda helvtina av tí, bilurin kostar, ber partafelagið Vágatunnilin hina helvtina av kostnaðinum.
Fyri nøkrum árum síðan varð nýggj brimverja gjørd á Sondum, og hevur hon vart væl. Í so væl, vilja tey halda, tí hon hevur eiisni gjørt tað, at tað, sum skal renna út á sjógv, steðgar á og ger skaða á hús í grannalagnum.
Mataráin hevur volt nakað væl av vatnskaða, og verður hetta roknað at koma av, at frárenslið undir brimverjuni er typt.
Neyðugt verður tí at taka partar av brimgarðinum upp og gera frárenslið av nýggjum. Hetta verður gjørt í vár og summar, sigur Rósa Samuelsen.
Í ár er Sandavágur stevnubygd. Vestanstevnan verður hildin í Sandavági um miðjan juli, og væntandi koma nógvir stevnugestir. Umframt gestirnar heiman av landi koma nógvir íslendingar á vitjan í summar. Tað eru fólk úr vinarbýi Sandavágs á Eysturlandinum, Neskaupstaði, sum koma á vitjan í ár. Vitjað hevur trúliga verið millum bygdirnar í nógv ár, og í ár hava íslendigar ætlað at gjørt nógv burtur úr at fara til Føroya.
? Í Sandavági eru vit farin undir at fyrireika okkum til at taka í móti øllum gestunum, sum væntandi eru til bygdar í summar, við at fríðka um bygdina, sum vit kunnu best, sigur Rósa Samuelsen, borgarstjóri í Sandavági