Á býráðsfundi í Vága kommunu mánakvøldið bleiv avgerð tikin um, at nýggi kirkjugarðurin í Sandavági skal liggja úti á Gjógv. Tað upplýsir kommunan á heimasíðu síni.
Spurningurin um hvar nýggi kirkjugarðurin skuldi liggja hevur verið nógv viðgjørdur síðstu árini og hava fólk verið ymisk á máli um hvar besta staðsetingin er. Fleiri fylgjandi býráð hava eisini arbeitt við málinum, tó uttan at ein endalig avgerð hevur verið tikin.
Kommunan upplýsir, at tað vóru tvey uppskot, ið støða skuldi takast til á býráðsfundinum. Tað samtykta har kirkjugarðurin liggur úti á Gjógv, ið E.M. Ráðgeving hevur gjørt, og so eitt uppskot hjá Westtech, ið innibar at gamli kirkjugarðurin við kirkjuna varð víðkaður.








