?So koma vit til nummar eitt, sum er
Sandavágur, segði Eyðun Elttør, landsstýrismaður við umhvørvismálum, tá hann á ferðavinnumessuni Vestnorden Travel Mart týsdagin kunngjørdi, hvørjar bygdir eru best røktar í landinum. Tað var hon eisini í 1997.
?Hetta er eit rættiligt herðaklapp, sum vit í grundini ikki høvdu roknað við, men sum gevur okkum hug og áræði at halda fram og gerast enn betri, sigur Rósa Samuelsen, borgarstjóri í Sandavági. Og vit kenna tað sum ein eyka stóran heiður, at vit longu nú aftur kunnu vera nummar eitt.
Og tað vísti seg, at tað eru ávísar kommunur, sum liggja í oddanum, tá um best røktu bygd ræður. Í 1999 varð Eiði vald best røkta bygd, og Eiði gjørdist nummar tvey hesaferð. Tað var hon eisini, tá Sandavágur vann í 1997. Æðuvík varð best í fyrraárið, og í ár var ein onnur bygd í Runavíkar Kommunu, grannabygdin hjá Æðuvík, Rituvík, kosin nummar trý.
Framtíðin
?Tað er ikki bara at fáa eina slíka viðurkenning og so leggja seg at hvíla á tí, sigur Rósa Samuelsen, borgarstjóri í Sandavági. Hetta gevur eisini ábyrgd. Bæði mótvegis egnum bogarum og samfelagnum sum heild. Og tí eiga vit at ansa væl eftir, at vit ikki linka í kongunum nú, men heldur stramma upp og gera tað enn betri at búgva í Sandavági.
Hon sigur, at enn hava tey ikki fingið almennu grundgevingarnar fyri, at Sandavagur varð kosin best røkta bygd í Føroyum í ár.
Men tá viðurkenningin varð latin týskvøldið, segði Óli Mikkelsen, frá Føroya Umhvørvis- og Náttúruverndarfelag, sum eisini er formaður í dómsnevndini, at gingið varð eftir einum skala, har hægsti karakterur var 70. Tað var tó eingin, sum rakk har upp, segði hann. Tær kommunur, sum vóru up á tal, lógu báðu megin tey 50 stigini.
?Tað sigur aftur so mikið sum tað, at her er nakað eftir enn, til vit kunnu siga okkum vera nádd á mál, heldur Rósa Samuelsen.
Og tað vita tey væl í Sandavági, at tey ikki eru. Kloakkskipanin er komin rætiliga væl áleiðis, men er enn ikki liðug. Ein pumpustøð skal setast upp, og seinastu leiðingarnar leggjast út eftir Bakka og leiðast út á sjógv. Hetta verður gjørt efir tilmæli og undir eftirliti av Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. Júst kloakkir og slíkt, sum undir jørð og vatni liggur, taldi reiðiliga væl í metingunum hjá dómsnevndini, sigur Óli Mikkelsen.
Men eyðsæð er, at tað, sum eygað sær, eisini telur heilt nógv. Serliga hjá teimum, sum ikki eru í dómsnevndini. Og tað verður eisini gjørt nakað við nú, váttar Rósa Samuelsen.
Tað eru ávís øki í bygdini, sum als ikki eru nøktandi í útsjónd. Onkrar privatar ognir, sum eigararnir fara at fáa boð um at rudda og hampa, og so sjálvandi eisini okkurt, sum kommunan má taka sína ábyrgd av.
Almenn wc mangla í Sandavági. Men tað verður bøtt um í næstum. Tvey almenn nátthús fara at verða sett upp í bygdini. Eitt uppi við kommunuhúsið, har bussarnir hjá bygdaleiðum steðga, og eitt niðri í bygdini. Sum er verður víst til kommunuhússið og kirkjuna, tá onkur hevur ørindi at gera á slíkum støðum.
Skumpið
Tað fyrsta álvarsliga skumpið til alt hetta fekk Sandavágs Kommuna, tá hon fyrstu ferð var kosin best røkt í 1997. Tað stóra arbeiðið, sum tá varð gjørt, hevur so bara gjørt tað lættari at hildið viðlíka og fríðka meira um síðan, sigur Rósa Samuelsen.
Hon leggur dent á, at tað er so sanniliga ikki bara tað kommunala, sum hildið verður. Einstaki borgarin í Sandavági hevur eisini tikið hetta til sín og heldur reint og nossligt rundan um hjá sær sjálvum. Tað ger tað serliga hugaligt at vera við í slíkum metingum, sigur Rósa Samuelsen.
At Sandavágur aftur nú varð kosin nummar eitt kom í grundini eit sindur óvart á.
?Vit væntaðu hetta í grundini ikki, tí vit hildu, at onkur onnur kommuna mundi hava spílað seg út eisini. Men vit meldaðu kortini til. So fingu vit í hvussu er staðfest, hvar vit flóta, sigur borgarstjórin.
Fyri at gerast best røkta bygd í landinum fekk Sandavágur fleiri virðislønir. Blómur vórðu latnar borgarstjóranum, sum eisini fekk handaða eina stóra, vakra grótlampu, sum Eyðun Dahl Christiansen hevur gjørt. Frá Landsverkfrøðinginum fekk kommunan eitt skelti við ákrift, sum sigur, at talan er um best røktu bygd 2003. Og frá Føroya Sparikassa fekk kommunan ein kekk áljóðandi 30.000,- krónur sum viðurkenning fyri góða umhvørvisrøkt.
Myndir